Minningarorð um Masu Samuelsen, Tórshavn (ættað úr Froðba)

   

Tað var ein sorgfullur dagur, tá vit fingu boðini um, at tú ikki var her meira. So tað er við tungum hjarta eg skrivi hesi minningarorð um teg, kæra vinkona, men tað hevði verið betur, um tað var ein onnur gleðilig orsøk at skriva um, men so skuldi ikki vera.
Eg visti í mong ár, hvør Masa var, uttan at kenna hana. Eg lærdi hana at kenna, tá hon flutti inn á Mikkjalstrøð 6, har vit eisini búðu. Tá eg kom niður í kjallaran at vaska klæði, var tú eisini í gongd við at vaska klæði, so soleiðis byrjaðu vit at práta saman, og tað bleiv til 26 ára langan vinskap. Vit kundu hugna okkum saman í tímavís, tú var altíð so fryntlig og glað, so tað var ein stór gleði at kenna teg. Børnini hjá okkum, vart tú eisini ógvuliga góð við, tað sama, sum tú var góð við øll. Tú hevði eitt hjarta av gulli, tað vita øll, sum stóðu tær nør
Tín gleði var stór, tá tú møtti Hans, sum bleiv tín góði stuðul og góði maður. At Hans var og er ein hampamaður, tað vit vit eisini, og at tit vóru ógvuliga glað fyri hvønn annan, ivaðist ongin í, sum kendi tykkum bæði. At tit gleddu tykkum nógv til, at Hans skuldi pensionerast, tit høvdu nógvar planir og so skuldu tit njóta tað, men so skuldi ikki vera.
Hvørja ferð vit komu heim til Føroyar at ferðast, var tað ein sjálvfylgja, at vit skuldu koma til tykkum, áðrenn vit fóru suður. So ringdi tú niður, fyri at hoyra, hvat vit kundu tonkt okkum av føroyskum mati, tí so vildi tú kóka ein góðan bita til okkum. Og so var, og ongin ivi um, at tað kom væl við hvørja ferð og vit føldu okkum sum heima hjá tær og Hans. Tit vistu ikki, hvussu blíð tit skuldu vera. Sjálvt nú tá tú vart farin og eg prátaði við Hans, vóru hansara orð, at vit vóru líka so vælkomin til hansara, sjálvt um tú ikki er har. Sjálvandi verður tað aldrin tað sama, men so kunnu vit minnast teg saman.
Sjálvt um heilsan, tey seinastu árini, var byrjað at bila, so var humørið altíð gott, og tú kundi skemtast sum nakar.
Fyri 25 árum síðani, tá vit fluttu niður at búgva, gjørdi tú ein sang til mín, sum eg havi goymt øll árini. Men sama dagin, sum vit fingu deyðsboðini av tær, setti eg meg at lesa sangin og nógv góð minnir kom eg at tonkja uppá. Men sangurin vil altíð vera eitt gott og dýrabart minni fyri meg.
Góði Hans, Manne og Kenn, tit hava mist tað besta og kærasta tit áttu, má Harrin geva tykkum styrki í stóru sorg tykkara, tankar okkara eru eisini hjá tykkum.
Nú vil eg enda við hesum versinum.

Så lukker vi dig i hjertet ind
og gemmer dig inderst inde.
Der skal du fredfyldt bo
i vort sind,
som et kært og dyrebart minde.

Friður veri við tær, kæra Masa
????????
Lydia