Tað kom dátt við hjá okkum, tá ið skiparin á Havhesti ringdi og bar okkum tey boð, at Mikkjal, sonur, beiggi, svágur og mammubeiggi, var dottin um umborð á Havhesti og fingið eina heilabløðing. Vit høvdu ilt við at skilja, at hann ikki skuldi vera saman við okkum meira. Men Gud, sum øllum ræður, veit hvat hann ger, vit skilja ikki hansara vegir, men vit kunnu bara seta alt álit í Harrans hond.
Mikkjal góði, tað er ein stórur saknur ikki at hava teg ímillum okkum meira. Tú var so spaklyntur, tá tú kom inn til okkara og heilsaði upp á mammu, sum hevur havt tvær heilabløðingar fyri nøkrum árum síðani.
Tú flutti inn til Hvannasunds at búgva fyri mongum árum síðan, har tú búði saman við mammu í kjallaranum hjá okkum, til tú keypti tær eini hús fyri 4 árum síðani, har tú búði sjálvur.
Lítið grunaði eg, at tá tú ringdi yvir til mín og bað meg koyra til til Dúgvuna, tú skuldi avstað við Havhesti, at tað skuldi verða seinasta ferð, eg skuldi siga tær farvæl.
Vit hugsa mangan um, hvussu tungt tað man hava verið hjá tykkum umborð á Havhesti í teirri sváru stund, tá tú Mikkjal so brádliga bleiv tikin frá okkum. Eina hjartans tøkk skulu tit eiga fyri tykkara roynd at halda honum á lívi til tyrlan kom.
Eisini ein hjartans tøkk til starvsfólkið á deild 8 á Landssjúkrahúsinum.
Hvíl í friði.
Øll í húsinum, systir