Omma okkara andaðist í Vesturstovu í Fuglafirði tann 26. juli 2005. Omma bleiv 86 ár.
Góða omma, ja so legði tú árarnar inn og ert nú sloppin heim í tann æviga bústað.
Tú hevur verið okkum ein kær omma og altíð hava vit havt tað gott saman við tær. Tú hevur altíð verið góð til at vísa okkum tín ómetaliga góða kærleika og tað er ikki nakað, ið ein kann taka fyri givið í dag.
Tómrúmið eftir at tú ert farin er ógvuliga stórt, og tað er ein stórur saknur í tær. Tað følist so undarligt, ikki fara ein túr í Vesturstovu at vitja teg. Har tú javnan sat og bant okkurt plaggið til okkum, ja sjálvt til tað síðsta. Altíð hevur tú verið av teimum raskastu.
Sjálvt um tú, ta síðstu tíðina var búðsitandi í Vesturstovu, følist tað eisini so undarligt at verða í húsinum í Tøvuni, nú har er so stilt.
Tað var so hugnaligt at sita har og práta við teg, tú fylgdi altíð væl við, og ein kundi føla at tú hevði umsorgan fyri øllum, tú vildi øllum alt tað besta, tað var altíð sjónligt.
Góða omma, tað er nógv, og bara gott, vit kunna siga um teg, vit høvdu øll viljað havt fleiri ár saman við tær afturat, men tað eru ikki vit, ið kunnu stýra tí. Vit eru tó glað fyri, at vit kunnu liva við einum minni um eina ótrúliga góða ommu. Eina ommu, sum var góð við øll, gjørdi ikki mannamun og var altíð klár at hjálpa.
Vit takka Jesuspápa fyri okkara tíð saman við tær, og biða hann um at verða hjá okkum øllum í hesi sváru tíð.
Góða omma, takk fyri alt.
Janus, Sigrun og Magnus