Fríggjadagin hin 10. november 2006 andaðist okkara kæri starvsfelagi Tórálvur Stenberg eftir stutta sjúkralegu. Tað kennist óveruligt so bráðliga at missa ein starvsfelaga. Nú nakað av tíð er fráliðin, kennist saknurin enn størri.
Tórálvur byrjaði á politiskúlanum á Artillerivej á Amager tann 1. mai 1980. Eftir lokna útbúgving kom hann heim aftur til Føroya og fekk starv á Politistøðini í Tórshavn, har hann síðani starvaðist alla sína tíð. Hann starvaðist hjá politinum í 25 ár og fekk í hesum sambandi í 2006 heiðurstekin frá Ríkispolitiovastanum fyri trúgva tænastu. Eitt skifti var hann í farloyvi og tók tá sítt gamla yrki sum bakari uppaftur.
Seinastu árini starvaðist hann á vegteknisku deild á politistøðini í Tórshavn og røkti harvið tær nógvu ábyrgdarfullu uppgávur, ið hetta starv hevur við sær. Uppgávurnar vóru harumframt at gera tilbúgvingarætlanir, tá størri tiltøk vóru, so sum altjóða fótbóltsdystir og annað. Tórálvur var dugnaligur, nærlagdur og legði altíð væl avrikað arbeiði eftir seg.
Tórálvur hevði stóran áhuga fyri felagsarbeiði, tað sást aftur í at hann eitt skifti sat í nevnd Føroya Politistafelags, eins og hann legði stóra arbeiðsorku í áhugafelagið Føroya Politiítróttarfelag.
Tórálvur Stenberg v ar toftamaður og á yngri árum hevði hann stóran alsk til lokala felagið B68. Seinni búsettist hann á Argjum og fór skjótt upp í nevndararbeiði í lokala fótbóltsfelagnum AB, har hann seinastu nógvu árini sat sum formaður. Hesa tíðina mentist felagið, so at tað í dag er ímillum størru fótbóltsfeløgini í landinum.
Tankar okkara leita serstakliga til familjuna, ið eftir situr. Góða Halldis, Fróði, Jónas og Heðin, saknurin er stórur, men Harrin styrki tykkum í framtíðini.
Við hesum orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara kæra starvsfelaga, Tórálv Stenberg.
Føroya Politistafelag