Eg vil hervið skriva um foreldur okkara, sum søgdu okkum farvæl, tað bleiv innan fyri sama ár, ja bert 9 mánaðir í millum tey. Fyrst í februar, og so nú í november, hvør skuldi vantað tað, at tað bleiv so stutt tíð ímillum. Hjá okkum virkar tað so tómligt at hava mist tey bæði í sama ári.
Mamma og Pápi komu saman á einari ólavsøku. Tey gingu nøkur ár saman, áðrenn tey giftust. Tey ætlaðu at giftast, men tað mátti bíða, tí pápi fekk tuberklar og fór á gamla hospitalið í Havn at liggja. Hann lá í heili tvey ár púra stillur á bretti. Tíðina meðan pápi lá sjúkur, arbeidi mamma á Sjómansheiminum í Havn, hon vitjaði pápa hvønn dag hesi árini. Mamma var eina tíð hjá Gudmund Isfelt og hjálpti konu hansara við børnunum. Eg havi hoyrt, at kona Gudmund var ógvuliga góð við mammu. Tað var helst tí, at mamma vildi hava ordan í tingunum.
Tá pápi bleiv frískur og kundi sleppa heim, mátti hann fara at læra seg at ganga. Mamma og pápi giftust 24. januar 1952. Tey búðu fyrst á Oyrarbakka, men so helt pápi, at tey skuldu flyta til Haraldssundar. Mammu dámdi væl á Oyrarbakka, men tá hon helt, at pápi vildi flyta norður til Haraldssundar, so skuldi hon ikki siga nei. Tey fluttu so til Haraldssundar í 1955, tey fingu 4 børn, eina dóttur og 3 dreingir, tey búðu inni hjá abba og ommu. Abbi røktaði Fyri Uttan á Skarið. Tá abbi eldist, bað hann pápa røkta. Hann hevði gott skil fyri seyði, og kendi væl seyð,
Telefonstøðin var inni hjá okkum, og tað var mamma sum tók sær av henni og gekk út til húsini við telfonboðum og telegrammum. Seinni kom telefon í hvørt hús, og tá slapp hon frá at ganga við telefonboðum, tí tá kundi hon stilla um til hvønn einstakan.
Í 70'unum fór pápi at sigla við ferguni, sum fekk navnið Sundafergan, sum sigldi millum Selatrað og Hvalvík fleiri túrar um dagin við fólki og bilum. Beiggjarnir hjá honum høvdu saman við øðrum keypt ferguna í 1969. Jú pápi kendi nógv fólk, og so visti hann eisini nógv um slekt.
Her kundi eg sagt nógv um okkara góðu foreldur, men verður hetta ov drúgvt, so her ein lítil partur av tí, eg havi at siga. Mamma fekk 85 ár, og pápi tey 88 árini her á fold. Tey góðu okkum systkinum ein góðan uppvøkstur. Vit fingu at vita um okkara Harra Jesus Kristus. Tey høvdu okkum við í kirkju. Nú vita vit hvør stendur okkum næst, tað er okkara styrki at hava Harran, nú tá tey eru farin.
Seinastu árini búðu tey á Norðoyar Røktarheimi Niðrstovu. Mamma kom hagar í 2006, og í 2007 slapp pápi eisini inn har. Mamma var so mikið sjúk, at hon hevði trupult við at tosa hart. Eg haldi, at tað var henni ein stórur tryggleiki, tá ið pápi eisini kom at búgva har.
At enda vilja vit fýra børnini takka teimum sum arbeiða í Niðurstovu fyri ta tíðina, foreldrini vóru har. Tit hava veruliga veitt foreldrunum okkara eina góða hjálp. Vit takka ógloymandi løtur, tá ið vit hava vitjað í Niðurstovu, har mamma og pápi fingu eitt virðuligt lívs kvøld.
Skriv dig, Jesus på mit hjerte,
du min konge og min Gud!
at ej lyst, ej heller smerte
deg formår at slette ud!
Denne indskrift på mig sæt :
Jesus udaf Nazaret,
den krosfæsted, er min ære
og min salighed skal være !
Friður verður við minninum um foreldur okkara,
---------
Andrass Jacobsen