Minningarorð um Oliviu Jacobsen

Mánamorgunin 29. desembur andaðist Olivia Jacobsen úr Kunoy.

Boðini komu ikki óvantað, tí Olivia var sjúk, og aldurin var høgur. Eitt langt og ríkt lív er enda. Fyri stavn var ein framtíð, sum hon trúði uppá, og sum hon sá fram til. Nú hon legði frá sær, var hon enn klár og lívsglað og altíð við góðum orðum og tonkum.

Olivia var ein sermerkt kvinna, sum eg hevði stóra virðing fyri, og sum eg gleddist um at møta ella vitja. Tað, sum eyðkendi hana var at hon var so sera lívsglað, klók og avgjørd. Ongin ivi um hvar tú hevði hana, og hon var heldur ikki bangin fyri at vísa sín sterka vilja, og tað sum hon helt vera rætt.
Hon var so sera glað altíð, blíð, flenti og fortaldi nógv spennandi, og tú bleiv tikin við av hennara smittandi látri. Hon var sera vitandi á nógvum økjum, eitt nú samfelagsligum og søguligum hendingum. Klók í andaligum spurningum,og ikki minst, hon var støðuføst í tí, sum hon trúði á, og sum hon bygdi sítt lív á.

Tá vit møttust, var Olivia altíð glað og dugdi væl at siga frá, og tað gjørdi hana til eina sera spennandi kvinnu.
Olivia var heldur ikki sein at troysta, tá onnur fingu mótgongd, tí hon sjálv visti hvat í tað vildi siga at missa tað, sum er einum kærast.
At missa eitt av sínum børnum, er tað ringasta ein kann koma út fyri, og Olivia varð ikki spard í hesum missi. Hon misti tveir av sínum synum í bestu árum, og visti hon tískil, hvussu hart sorg og saknur rakar eina mammu. Hóast tað var hon ikki sein at troysta, tá eg misti mín son, og hennara troyst var og er enn ein sannur uggi í sorgini. Hon visti, hon lurtaði og uggaði við sínum klóku og troystandi orðum, tá á stóð. Hon dugdi at geva troyst í tí sum mist var, og lærdi meg at síggja hvat ið hóast alt var nátt, og tí sum lá fyri framman, eina vón um at síggjast aftur.

Eg minnist Oliviu heilt frá barni av, og fáur hevur tala so inniliga til mínar kenslur, sum hon kundi. Ein vanlig kona, sum búði í Kunoy, gjørdi ongan háva burtur úr sær, passaði seg og sítt, varð trúðføst móti sínum, sum fáur.
Ikki visti hon, at hon var sum eitt ljós og ein gleðiskelda, tá hon oysti út av síni skilagóðu vitan og hugnaligu samveru. Olivia vil altíð eiga eitt serligt pláss í mínum minnum. Tit sum høvdu eina mammu og ommu, vóru ríkiliga signað við hennara trúðfesti móti tykkum. Ærað veri minnið um Oliviu.

Leila