Minningarorð um pápa mín Leif Nolsøe

f. 19. mai 1926 · d. 7. mars 2006

Eg ivaðist ikki í at hampuligt stóð til, tá ið eg fór til skips aftur. Men tá ið boð komu niður í messuna eftir mær, 1 1/2 døgn
seinni, kendi eg boðini.
 
Best sum várið er við at fáa fastatøkur, trýnur deyðin um dyrnar inn. Tjøldrini eru komin. Á tínum 80 ára degi vildi likkan
havt fult reiður. Dagar, ið tú á hvørjum ári gleddi teg til. Síggja lív koma í havan, græsið ið grønkar. Soleiðis skuldi ikki
vera í ár góði pabba, men minnini um teg verða hangandi.
 
Minnist, at ein so ofta bleiv vaktur av rópum tínum í túninum. Bleiv tosað eingilt, visti eg at tú og Heini í Húsi (gamli)
heilsðust. Tosið tykkar aímillum gekk ofta fyri seg á enskum.
 
Ella tá ið Regin kom heim við Morris-mini bilinum. »Kom av stað Leif, ungarnir eru út komnir«. Eg bleiv skryktur úr
songini, í klæðini, og trýstur inn í bilin hjá Regini. Drønaðu so norður á Mýravegin ella oman á bedingina, at hyggja eftir
tjaldursungum.
 
Tú elskaði lív pabba, og var so fullur av lívi. Veit at tú plagdi at kava og svimja beint uttan fyri neystið har bládypið er.
Minnist vit svumu uppi í gamla svimjihyli, tú kavaði altíð frá »gelendaranum« uppi á brúnni. Svam summar og vetur.
 
Tær dámdi væl at standa á skíð. Stóð onkuntíð frá varðanum á Vørðufelli, heilt oman har hotellið stendur í dag, bert
ílatin »shorts«.
 
Nógv kundi verið nevnt. Bøkur kundi verið skrivaðar. Ikki minst um tá ið jólini nærkaðust. Um ráðini ikki vóru til alt,
so var orka. Tú megnaði kynstrið at gera alt so livandi.
 
Hosurnar til góðgæti høvdu vit hangandi. Men nissan búði jú uppi í fjøllunum, so um 10. kanska hálvan des. fóru vit til
gongu  niðan við ánni. Minnist at Kim plagdi at vera við. Ovastu húsini tá vóru niðan fyri Stórheygg. Komnir niðan
ímoti rættini, bleiv gamla portrið opnað, vit niðan um, síðan stóri jarnknarvin settur fyri aftur. Gingu ca. 150 m. niðan í
skurðsli á Vørðufellinum.
 
Ofta var kavi. Minnist bygdina hvussu niðaliga hon lá. Vóru nú langt uppi í fjøllunum.
 
»Man nakað vera undir hasum stóra steininum«. Tú peikaði steinarnar út, og vit runnu og leitaðu. Her var góðgæti
undir næstan hvørjum steini. Fóru glaðir og fullfermdir til gongu omanaftur. Lukkuliga óvitandi um, at tað var sama góða
nissan ið leiddi okkum.
 
Lívligur, men tó so strangur. Einaferð sat eg og teknaði eitt sjórænaraskip, av óvart í eina bók hjá bókasavninum.
Eg varnaðist hetta, bleiv hjartkiptur og hugdi upp. Tú ansaði hesum, tók bókina, gav mær eitt A4 ark at tekna uppá.
Hoyrdi onki orð meira um tað.
 
Minnist tá ið hárið skulda falla. Vit blivu øll førd oman til Ann-Mari. Nyttaði ikki at »muta« ímóti.
Sunnumorgun skuldu øll í baðikarið, í rein klæðir og oman í kirkju.
 
Minnist stríðið fyri at sleppa frá at fara í real. Men har var heldur eingin bøn.
 
Tú var lættur at samskifta við pabba. Hevði sera lætt við at í koma í samband við fólk. Sum ein fyrrverandi næmingur
tín segði: »Tú brendi titt ljós í báðum endum, fyri tína lívsuppgávu sum kennari«.
Ein skuldi nú ikki taka feil. Tú kundi siga frá. Vildi tú hava tínar meiningar fram, fekst tú tað.
Føldi tú teg fáa skeiva viðferð, var tú ikki bangin fyri at tosa, bæði presti og páva ímóti.
Men tú hevði eisini teir stórslignu eginleikar, at »gloyma«. Biðja um fyrigeving og at fyrigeva.
Innløgumaður var tú. Hevði altíð turrar greipur hangandi, turrar grindalikkjur, stóran trækassa við turrsaltaðum spiki, umframt
fleiri kaggar við lakasaltaðum. Tað besta mundi tó vera, tá ið tú legði toskarhøvd at ræsa. Á markinum til at vera rotin, men
ótrúliga góð.
 
Áræði hevði tú. Hugsið um neystið, ið tú saman við vinum bygdi, tvær reisur. Tá var keiøkið, líka útum smiðjuna, so alt
tilfar bleiv róð út við keibátinum, og stoypt var við hond.
 
Umborð á 10 mannafarinum sum »Stoffa« bygdi, hevði tú nógvar góðar løtur.
 
Tú plagdi at skjóta fugl, ið ofta bleiv sunnudagsdøgurði. Royttir og svidnir tá ið tú kom heim úr neystinum við teimum.
Mest lomvigi og skarvsungi. Onkur æða mundi eisini missa høvdið.
 
Grindaboð fóru ikki afturvið. Í tí einu Bíggjargrindini skar tú 18 hval á háls, minnist eg teg siga frá.
Túrarnir út í Tindhólm og Mykines, vóru nógvir í tali við M/B »Heidi«. Ofta við útlendingum. Báturin hevði tá ein
FM 12 hesta motor. Bjargingarvestar vóru eingir umborð, so tryggleikin var ikki í hásæti. Tann eina túrin bleiv rættiliga
tvassut. Hesi donsku skúlabørn, ið tá vóru  við, stuttleikaðu sær óført. Sjálvur var tú bebbaræddur.
 
Minnist okkum spæla ímillum slokkarnar, í stóru eplavaltuni »uppi á mánanum« ið tú hevði í nógv ár. Á torvheiðunum
norðan fyri Vatnsoyrar. Tú setti tað stóra hvíta teltið upp. Vóru í ánni og fangaðu síl, alt meðan tú stóð og skar. Tá ið tú
sendi boð eftir Olivari, at koyra torvið heim, var tann stóra løtan komin, tá sluppu vit uppí lastina at sita.
Heima við hús plagdi tú ofta at seta teg við klaverið, serliga um gestir vóru á vitjan: »Eg skar mítt navn«, «Mangan dvaldi
eg við strond«, »Hon stóð har við rokkin og spann«, »Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt« o.m.a. Minnist at tú altíð til síðst
spældi »Nú dagurin at enda er«.
 
Tey vóru ikki so fá, sum yvirnáttaðu hjá tær og mammu gjøgnum árini.
Komu fólk til tín og spurdu um hjálp ella vegleiðing, tók tú ímóti teimum. Gjarna vóru tey ikki so væl fyri bókliga, ikki
akkurát tey vælbjargaðu. Men tú vísti altíð góðan vilja, og gav tær tíð til tey. Mær tyktist at tú treivst væl saman við
teimum. Tú føldi teg best saman við teimum, á niðasta trini í samfelagnum. Takk, at tú kundi rúma so nógvum, og lata
so nógv av tær.
 
Pengar var onki at skriva heim um. Gud viti skilið, um tað ikki var fyri mammu, ið altíð vendi hvørjari krónu.
Tú hevði lisið nógvar bøkur, nú tú legði árarnar inn. Tann síðsta kom í helvt, tvær aðrar vóru bílagdar. Men sporini eru tald
góði pabba.
Tá ið abbabørnini vitjaðu teg á hospitalinum, ynskti tú at fáa tveir mánaðir afturat saman við teimum. Tú fekk bert nakrar
dagar. At sorgin hjá abbabørnunum var stór, kom týðuliga til sjóndar í kapellinum og til jarðarferðina.
Tú visti best sjálvur høvnn veg tað bar. Segði við mammau: »Nú hevur tú meg ikki leingi afturat góða, eg føli hvussu eg
vikni. Nú vil eg sleppa heim. Heima hjá Gudi er gott at vera«.
 
Gloymi ongantíð, tá ið mamma boygdi seg niður yvir hospitalssongina og mussaði teg, so inniliga og eymt, sum at síggja
eitt nýforelskað par, bert við heilt øðrum tonkum og aðrari vitan.
»Nu vil jeg da på vandring gå, men det kan jeg fornemme. Man rejser ud for hjem at nå, thi bedst er det dog hjemme«. Hesar
reglur eru úr »Det gamle træ, o, lad det stå«. Títt ynski var, at sungið bleiv: »Det gamle træ, o, lad det stå«. »Sov blítt og søtt«.
»Føgur er foldin« og »Hin vænasta rósan er funnin«.
Í sálmabókini ið tú fekk við tær, er blaða uppá sálman »Hin vænasta rósan er funnin«. Henda sálma hevði tú ein serligan
tokka til. Hinir eru eisini so einkultir og sigandi. Eg skilji teg so væl pabba.
 
Á sjúkrahúsinum í Klaksvík, vildi tú hava systkinabarnið mítt, at lesa 23. Sálma fyri tær. 6. vers ljóðar: »Onki uttan gott og
náði skal fylgja mær, allar dagar eg livi, og eg skal búgva í húsi Harrans allar ævir«. Hetta var tú so takkasamur og glaður
fyri at hoyra.
 
Líka so ofta eg eri farin til sjós, eri eg blivin signaður og mussaður av tær. Á sama hátt, bleiv tú signaður og mussaður
av soni tínum, beint áðrenn lokið bleiv lagt á kistuna fyri síðstu ferð.
Eg skal ikki troytta teg meira pabba. Var við mammu nú ein sunnudag niðri og vitjaði grøv tína. Hon sigur við meg: »Hygg,
nú liggur hann har, einsamallur og so kaldur«. Eg hugdi yvir á mammu, fekk ein klump í hálsin, tá ið eg sá, hvussu tárini
trillaðu eftir kinnum hennara. Eg føldi á mær, hvat hennara hægsta ynski var tað løtuna.
 
Mamma saknar teg so nógv pabba. Hon grætur hvørt kvøld um teg. Ikki so løgið, aftaná eitt so langt lív saman, og allar tær
upplivingar tit hava havt saman, bæði úti og heima.
 
Hvíl nú í friði, elskaði pabba.
 
Takk fyri alt.
 
Fróði
Fróði