Minningarorð um pápa mín Tór Henriksen

Nú jólini nærkast kann eg ikki lata vera við at lata tankarnar fara til pápa mín, sum farin er í hesum árinum.

 

Hetta verða so fyrstu jól, ið tú góða mamma og vit øll eru uttan hann, um hann ikki gjørdi so nógv um seg, er saknurin stórur.

Eg má siga, at eg eri sera takksom fyri, at mær untist við familju at verða saman við tær og mammu síðstu jól. Tað var sera hugnaligt. Hetta var fyrstu ferð, eg var og helt jólaaftan saman við tykkum í 22 ár. Lítið vistu vit, at tað skuldi verða síðstu jól hjá tær babba. Í nógv ár var tú so sjúkur og troyttur og tú bar tað so stillisliga, ikki tú gramdi teg, sjávlt um tú hevði nógva pínu og var so trongur. Eg vil siga tað soleiðis, akkurát sum tað stendur í bíbliuni: tú bar tað so stillisliga eins og lamb, ið ikki lat upp munn sín. Av tí sama bar tú alt so einsamallur, vit kundu so lítið hjálpa. Men tú góða mamma, tú hjálpti so væl tú kundi og hugnaði so væl um hann. Tað eru vit tær sera takksom fyri.

Tit fingu 6 børn, 4 gentur og 2 dreingir, eisini fingu tit 25 abbabørn og 7 langabbabørn. Tað var tú so ógvuliga stoltur av.

Ja, bert 72 ára gamalt, tá tú ikki orkaði stríðið meira, sjálvt um um eg sakni teg nógv, unti eg tær væl at sleppa vekk herfrá heim í tær ævigu bústaðir, har ongin kreft, bara gleði. Eg sigi fyri meg, eg ætli mær at møta tær aftur har heima.

Og til góðu mammu, má Harrin hjálpa tær í sorgini og styrkja teg til hvønn dag.

Eg vil hervið lýsa frið yvir minnið um babba og siga takk fyri alt.

Heilsan Anna Petra


Lag: Mánin hann skein


Faðir vár tú sum

í himni er, heilagt

verði navn títt, komið

ríkið títt, verði vilji

tín so sum í himli

er gev oss í dag várt

breyð, ja alla tíð.


Leið okkum ei í freistingar

men frels oss

frá tí ónda, tí títt

ríkið, valdi og heiðurin og alla tíð, amen.

Halleluja ja amen.