Minningarorð um Pabba og ein heilsan til mammu

Magnus Pauli Lassen í Vági f. 31. juli 1936 d. 14 okt. 2009

Det synges og tales så ofte om mor

Javel hun fortjener hvert eneste ord

Om far man så ofte ei sjunget jo har

Så derfor en vise jeg sjunger om far.


Tað er við stórari sorg at eg havi tikið pennin í hond og vil skriva nøkur orð um pápa okkara og eina heilsan til mammu. Mikumorgunin tann 14. oktober var ein av teimum fagrastu heystarmorgunum, sólin roðaði so vakurt í havsbrúnni, og smábátarnir vóru farnir í fjørðin. Eg og versonurin Rói vóru á veg suður aftur á hospitali, eg sat og hugsaði, meðan vit koyrdu, at tað skuldi verða so meiningleyst at pabba skuldi liggja til seinasta, ístaðinfyri at verða útarógva í hesum dýrdarveðrinum, tí sjógvurin hevur verið alt hansara lív. Men so kann man eisini siga tað soleiðis, at veðrið var av tí fagrasta, fyri eina av landsins fragastu kempum at rógva tann seinasta teinin og leggja at í tryggastu havn heima hjá Harranum.


Tað vísir seg, at næstan alt sum man hugsar/tosar um fyri tíðina eru tey við í. Í barnaárunum hevði pabba gamla Saturn. Tað var jú við honum, hann breyðføddi okkum við. Tað kundi verða bæði góðar og minni góðar tíðir at hava egnan bát, fyri tað mesta róði hann út einsamallur, men so til tíðir hevði hann menn afturat sær. Og so sjálvandi vóru tað so egnarar á landi sum egndu línuna aftur fyri hann. Í hesum sambandi vóru tað eisini ungir dreingjir sum sluppu framat, tað er jú altíð spennandi hjá ungdóminum at tjena sínar egnu pengar. Ein vinur fortaldi mær eina søgu, um at hann hevði engt 5 stampar fyri pabba, prísurin var tá 15 kr fyri stampin, men Tollaksmessudag kom pabba at geva honum 250 kr fyri stamparnar. Tað var ein avrokning sum vildi nakað. Sjálv slapp eg við honum einferð út at skjóta fugl. Eg veit ikki heilt sikkurt, hvussu gomul eg var tá, men uml. 6-7 ár rokni eg við. Hvat veiðan var, minnist eg ikki, men vit vóru sikkurt á Dalagrynnuni, tí eina tíð eftir tað slapp eg við mammu norður á Tvøroyri at vitja Sivar bróður, sum lá á sjúkrahúsinum. Tá so vit koma har í Líðini, og eg síggi vitan, sigi eg hart í bussinum “ Nú eri ogur komin á Dalagrynnuna, tað dugdi eg at síggja á vitanum”. Ja, barnaverðin var ikki so stór tá. Tá so pabba keypti tann mittasta Saturn sum var nakað størri, tá vóru so nakrir sum róðu út við honum og so teir sum engdu fast hjá honum. Enginarskúrurin var á tí sokallaða Pumpiloftinum, og tað var ein sermerkt tíð, tí Jógvan var heimamaður hjá honum veturin í 80 ímeðan hann bíðaði eftir at skúlin hjá honum skuldi byrja í Havn. Tað kunnu tit ímynda tykkum ein unglingur norðan av Viðareiði blíva kastaður soleiðis fyri leyvurnar, hann kendi ikki so nógv til tað suðuroysku mentanina, so har fekk hann seg royndan bæði so og so.Um man bara hugdi eftir pabba, so sá hann út til at hava bæði beinini fast niðri á jørðini, men hann var ein framsíggjin maður, tað fekk man sjón fyri søgn, tá ið Saturn 3 bleiv bygdur. Her í Føroyum kundu teir ikki geva avreiðingarløn eftir góðskuni á fiskinum, men niðri í Scrabster fingu teir tann eina túrin 17 kr. meira fyri kiloini av fiskinum enn í Føroyum. Og sum ikki einaferð her í Føroyum, tá kom hin óhelbrediliga sjúkan uppí, sum ikki fæst nøkur viðgerð fyri ”Øvindsjúkan“.


Pabba hevur altíð verði ein maður, sum hevði sínar meiningar um tingini,og helst var tað hansara meinig sum taldi. Tað kom væl fram ein dagin inni hjá okkum. Veðrið var nokk ikki av tí besta, og hann ætlaði sær útarógva. Mamma sigur við hann um ikki at fara. Hendrik er eisini inni, hann sigur “Pauli, tú kemur ikki afturíaftur fert tú út í hesum veðrinum” Tað skal hvørki tú ella Gretha bestemma, um eg komi afturíaftur ella ikki” so var tað sagt. Væl man verða lagt niður í eftirkomarar hansara veiðulyndi, tí dreingirnir eru óførir inniløgumenn, og ikki minni barnabørnini bæði í bjørgunum og á sjónum. Í vár var Pauli í starvsvenjing á Blikksmiðjuni í Klaksvík. So kemur hann heim eitt kvøldið og sigur at hann hevði tosað við abban, so spyrji eg, um hvat? Jú hann skuldi sleppa at gera okkurt til sín sjálvan, og vildi hann gera abbanum ein agnabakka, so hann mátti fáa málini frá honum. Agnabakkin kom ikki í brúk, men abbin slapp at skoða verkið hjá navnanum og var sera sera stoltur. Í summar, einaferð tá høvdu teir tosað saman aftur, tá var havhestafleyging á skránni. So sigur Pauli, at abbin skuldi gera honum eitt net. Tað bráa lyndið hevur Pauli arvað eftir abban. Longu annan dagin byrjaði hann at spyrja um netið frá abbanum ikki var kom norður enn? Soleiðis kundi man blivið við at siga frá um pabba. Pabba var ikki bara abbi hann var eisini langabbi, Johannes sum jú fylti 7 ár 4. oktober. Tá ringdu tey norður at siga tillukku, tá spurdi hann langabban “hvussu livir tú nú lengabbi?” Hann hugsaði sikkurt nógv meira um at langabbin bleiv frískur aftur, so teir báðir kundu fara ein túr við kalvalínu, tí tað høvdu teir snakkað um í summar báðir. Hann var jú vanur at vera í Víkabyrgi við ommu og abba í summarferiunum, tá vóru tey altíð í Vági, eisini bæði á keiini og vesturi í bø, har hevði langomman jú dekkað borð til tey.


Mamma hevur verði pabba ein fyrimyndarliga góð kona, tí skal hon eisini fáa eina heilsan. Hon hevur uppalt okkum systkini og passa heimi til tað stóra gullheiðursmerki. Tað vóru ikki teir hentleikar tá sum nú Minnist um kvøldarnar at skógvar/styvlar stóðu við radiatorin í ganginum. Reinir til at turkast, so tað var reint og turt at fara í morgunin eftir. Um kvøldið, tá ið vit vóru farin til songar, minnist eg at mamma tók seymimaskinuna fram og fekk skift okkurt lýnilásið ella lappað onkur klæðir. Hon hevur altíð dugað væl at gera klæðir í stand aftur. Stokkarnir hevur hon eisini verið ófør við, tað eru ikki so fá bundin pløgg, sum hon hevur lagt úr hondum sínum.Tað er eisini væl lagt niður í okkum eftirkomarar hjá teimum, teirra framúr góði arbeiðshugur/evnir og trúskapur bæði á sjógvi og landi, tí tað er altíð eftirspurningur eftir onkrum av okkum.


Kirkjan og Meinigheitshúsið hava verið teirra andaliga heim, kanska hava tey ikki verið hvønn dag avstað, men so bleiv lurta eftir bæði í útvarpinum og sjónvarpinum. Gestablíð hava tey eisini altíð verið at koma inn til. Tað eru nokk ikki so fá fólk, sum hava sitið væl inni hjá okkum, og eina karamellerskju hava tey altíð átt inni, so tey smáu sum komu á gátt kundu blíva egnd við onkrum søtum. Sum barn minnist eg aftur á jólaaftanar, tá ið eg og gumma komu vestur til døgurða, og gávurnar skuldu pakkast upp. Tá komu tey hjá mostur og Hennegubbanum við sínum gávum, so tað bleiv pakka upp saman og jólamenninar komu á vitjan. Eli hevur jú føðingardag jólaaftan.


At mamma og pabba hava verið/eru kend fólk tað kom til sjóndar. Bæði í Havn og suðuri á Vági var stúgvandi fult av fólkið úr øllum landinum, sum vildu taka lut í okkara stóru sorg, og ikki minni tann hátíðarliga løtan í kirkjuni til jarðarferðina. Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir pápa, verðpápa, abba og langabba Magnus Paula Lassen. Má styrki Harrans hjálpa tær góða mamma at koma víðari.


Dóttur tykkara Elisabeth v/fam