Hin 29. apríl komu tey feigdarboð, at javnaldurin og fróðarmaðurin, Petur Pauli Petersen, hevði verið fyri tí vanlagnu at doyggja í einari arbeiðsvanlukku í Danmark.
Tá ið ein fær slík boð, stendur heimurin stillur, og øll meining hvørvur. Lívsins lýti nema ein innast í sálina, og ein tungur tankaburður tekur við. Minnini verða sett í gongd, og fram trína allar tær góðu løturnar saman við Peturi. Tankarnar fara til teirra, ið eftir sita. Tey, ið hvønn dag skulu merkja longsulin, tregan og pínuna, ið stendst av slíkum hóttafalli.
Petur var altíð eitt lívsstykki. Ein fróðarmaður, ið altíð visti frá onkrum stuttligum at siga frá. Har, sum Petur var, var lívligt og stuttligt at vera.
Sum piltur hevði hann eina smittandi framferð, ið ikki var til at koma uttanum. Hann var ágrýtin, raskur og altíð í góðum lag. Henda eginleikan bar Petur við sær alt lívið. Hóast vit nú eru í árinum, har vit øll fylla 40 ár, og hóast dagar her millum okkum ikki gjørdust so drúgvir, so høvdu teir ein ovurstóran týdning fyri, at vit hava ment okkum til tey, vit eru í dag.
Vit verða uppald á trimum pallum. Ein uppaling fer fram heima. Har fekk Petur nógv gott. Pápin er fródligur maður, og mamman rólig. Teir tríggir beiggjarnir og systirin og Petur vóru sum systkin eiga at vera; viðhvørt klandraðust tey og viðhvørt ikki, men alt endaði tó altíð í sátt og semju. Altíð var hann fúsur at taka ein hond við í arbeiðinum fyri at lætta um hjá foreldrunum. Saman við Beintu fekk Petur fitta sonin Bóga, sum hann elskaði yvir alt her á jørð. Hann kendi seg heilan saman við Boga.
Onnur uppalingin fer fram millum floksfelagar. Petur var ikki lættur at vera óvinur við. Hann hevði tað í sær, sum so fá hava, at hann ikki læt nakran ganga leingi og bera agg til nakran. Hann var eitt so sinnisliga opið og lívligt menniskja, at hann kundi tosa við øll, sama um hann kendi tey ella ikki. Hann segði tað, sum hann meinti, og væl dámdi honum at kjakast um alt millum himmal og jørð. Oftani gekk kjakið hart fyri seg. Tá ið vit plagdu at kjakast í Meginskúlanum um, hvørjir sjómenn vóru teir betru: sandingar, skopuningar, skálavíkingar, húsavíkingar ella dalbingar, visti hann altíð eina góða søgu um onkran raskan sjómann antin úr Skopun, haðani mamman er ættað, ella av Sandi, haðani pápin er ættaður.
Triði pallurin, har uppalingin fer fram, er millum vinir. Petur hevði nógvar vinir. Teir vinirnir, sum hann hevði, vóru vinir hansara fyri lívið. Hann visti altíð, hvar ið øll vóru stødd, og hann gav sær altíð stundir at práta og spyrja um hvussu og hvat.
Hesir tríggir pallarnir, har vit verða uppald, er tað, sum ger okkum til tann, ið vit eru. Petur hevur havt sín stóra leiklut á hesum pallum, og eru vit serstakliga takksom fyri at hava kent Petur sum okkara kæra skúlafelaga og vin.
Petur legði doyðin á, at bera hesar tríggjar pallarnar við sær og føra teir víðari til sonin.
Sorg og gleði saman fylgjast
søtt og beiskt er bland mær lutast,
blandað mær í lívsins skál,
slíkt er alt mítt ævimál.
Kingo
J. Dahl týddi
Friður og fríðir tankar fylgi minninum um okkara kæra vin Petur Paula Petersen.
------------
Floksfelagarnir í Sandoyar Meginskúla