Minningarorð um vinmannin Andrias Samuelsen

Mikudagurin 13. august 2008 var ein sorgardagur fyri okkum tríggjar.

Hendan dagin andaðist Andrias Christian Samuelsen í Havn, bert 61 ára gamal. Fyri okkum tríggjar var hann bara Samuelsen. Vit høvdu mist ein góðan og trúfastan vinmann.


Vit fýra hittust á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein síðst í 80-unum og fyrst í 90-unum, har vit starvaðust. Sjálvt um Andrias var eldri enn vit tríggir, so rann skjótt saman okkara millum við góðum vinskapi og samanhaldi. Aldursmunurin í hesum høpi hevði ongan týdning og kom ongantíð til sjóndar, tey fylgjandi mongu árini, ið okkara vinskapur vardi. Hansara umhugsni og trúfesti móti okkum helt á líka til tað síðsta.


Tá ið Andrias kom heimaftur úr Danmark og byrjaði á Grannskoðaravirkinum aftur, høvdu vit gjørt okkum eina mynd av manninum. Teir eldru arbeiðsfelagarnir kendu hann frá fyrr av og høvdu bert rósandi orð um hendan dugnaliga mannin. Vit fingu skjótt at sanna at so var. Ein sera arbeiðssamur maður, við hollari vitan um roknskap, grannskoðan og fiskivinnu, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann var ógvuliga hjálpsamur og var altíð tilreiðar at rætta eina hjálpandi hond. Ein beit eisini merki í hansara glaða og positiva lyndi, og sást hetta serliga, tá ið tíðarfreistir skuldu haldast, og fólk vóru strongd og troytt. Tá kom hann við eini positivari og ofta skemtiligari viðmerking.


Fyrst í 90-unum skiltust okkara vegir, tá ið vit tríggir fóru í onnur størv. Andrias varð tó verandi á Grannskoðaravirkinum, eitt starv hann hevði, inntil hann andaðist. Hóast tað, at vit ikki arbeiddu saman longur, helt vinskapur okkara, og vit avgjørdu at halda sambandið við hvønn annan. Tað vísti seg nevniliga, at vit trivust væl saman, og tí varð avgjørt, at vit skuldu hittast tvær ferðir um árið, og hevur hetta verið soleiðis hesi síðstu 14-15 árini. Vit hava vitjað flest allar matstovur í miðstaðarøkinum, har vit hava hugleitt um farnar dagar, politikk, átrúnað, samfelagsmál og mangt, mangt annað. Áftaná eina góða máltíð, plagdu vit at fara heim til ein av okkum til ein góðan kaffimunn og ofta gjørdist tað seint, áðrenn vit skiltust. Okkum kemur til hugs, allar tær góðu og hugnaligu løturnar, vit hava sitið í stovuni hjá Andriasi og Aju. Tað varð altíð skemtað nógv, og tíanverri gingu hesar løtur alt ov skjótt. Sum frá leið gjørdist hetta eitt av hæddarpunktunum í árinum hjá okkum fýra, og tí gleddu vit okkum hvørja ferð til at hittast. Nú Andrias ikki longur er okkara millum, hava vit tó avgjørt at halda fram við hesi siðvenju, tað hevði Andrias óivað gleðst um. Tað kennist tó ógvuliga løgið, at tann eini stólurin nú stendur tómur.


Nú vit aftur hittast, sita vit á eini matstovu í Runavík og skriva minningarorð um okkara góða vinmann. Vit hava mangan spurt okkum sjálvar, hvussu tað bar til, at tað fall so væl í lag okkara millum, og at vit hildu so væl saman hesi árini. Kemiin var bara har.


Góði Andrias. Vit sakna teg ómetaliga nógv. Takk fyri allar tær góðu og hugnaligu løtur vit høvdu saman. Okkara bøn er, at tú Aja, Inga og Elisabeth og mugu finna troyst hjá Honum, sum er Gud alra troystar. Æra verður minnið um vinmannin, Andrias.


Emil, Petur Juul og Poli.