Leygardagin 9. august andaðist Anna Smith, lærari, 41 ára gomul.
Í góðveðrinum tríggjar dagar seinni varð Anna borin út úr Christianskirkjuni í Klaksvík. Á veg út í Grøv steðgaði stóra fylgið uttan fyri barndómsheim hennara og sang eitt sálmaørindi. Heimið, sum Anna var so góð við, og sum hon tosaði so nógv um.
Úti á Grøv royndu pollamjørkin og sólin at vinna á hvørjum øðrum, og meðan tindarnir á Hálgafelli og Háfjalli komu so vakrir undan mjørkanum, søgdu familjan, starvsfelagar, næmingar, vinir og kenningar seinastu ferð farvæl við Annu.
Anna kom ung úr Klaksvík til Havnar at nema sær útbúgving sum lærari. Hon arbeiddi í Eysturskúlanum, nú hon mátti lúta fyri sjúku, sum hevði plágað hana so nógv seinastu tvey, trý árini.
Tær vantar orð, tá ið tú skalt bera einum starvsfelaga, sum tú hevur havt nært tilknýti til í mong ár, eina seinastu heilsan.
Vit bæði fylgdu einum flokki frá 1. til 10. flokk og vóru seinasta skúlaár saman um ein 6. flokk, sum vit hava havt, síðan tey byrjaðu í skúlanum. Seinasta skúlaár skuldu vit aftur taka ímóti einum 1. flokki saman, men tað varð tíverri av ongum.
Tá ið eldri fólk fara, hava vit oftast natúrliga vant okkum við tankan. Vit hava avgreitt flestu viðurskifti við viðkomandi og góðtaka, at soleiðis eigur tað bara at vera. Men tá ið ung fólk fara, so kennist tað sum vit ikki hava avgreitt alt við viðkomandi. Soleiðis er tað eisini við Annu. Tað er so nógv, tú kundi hugsað tær at spurt og tosað við Annu um. - Alt er so endaleyst.
Góða Anna! Tú hevði hetta positiva lyndið, sum gjørdi teg til ein góðan lærara. Vit øll, og ikki minst næmingarnir, høvdu sera stóra virðing fyri tær. Tú dugdi so væl at siga tað, sum sigast skuldi á lærararáðsfundum, við næmingar og við foreldur.
Tú hevði ein serligan tokka til tey veiku í samfelagnum, og tey tosaði tú eisini so mangan um. Komi at hugsa um nógvu samrøðurnar í fimleika- og svimjihøllini um sambandið millum rørslur hjá børnunum og tað at duga at lesa. Tú hevði lisið so nógv og sett teg so væl inn í hetta evnið. Við góðum úrsliti arbeiddi tú nógv við hesum.
Tað vóru tung spor í Klaksvík henda dagin. At fólk høvdu stóra virðing fyri tær, vísti stóra fjøldin í kirkjuni. Góður mánaður er farin, síðan vit skiltust fyri seinastu ferð. Torført er at finna seg til rættis í Eysturskúlanum uttan teg. Tað er, sum um tú ert har kortini, tá ið eitthvørt stingur seg upp. Hvat hevði Anna gjørt, og hvussu hevði Anna avgreitt hetta, hugsar tú mangan.
Sorgin er stór í Eysturskúlanum, men nógv størri hjá familjuni í Havn og í Klaksvík. Vit vóna, at tit fáa góðan stuðul í hesi sváru tíð.
Góða Anna! Vit takka tær fyri alt, sum tú gavst okkum í viðføri. Tú vart sterk og hevði góðar vónir til tað síðsta. Hvíli tú í friði.
Vagnur