Minningarorð um Birgir Simonsen 1932-2021

Týsnáttina 14. desember doyði Birgir Simonsen, skipari. Árini vóru 89.

 

Hann var føddur í Hoyvík, á trøðni Uttan fyri Garðar. Pápi hansara var Johan Simonsen, skipari, vanliga kallaður Johan í Hoyvík. Mamman, Sigrid Hendriksen, var úr Sandavági. Foreldrini fluttu brátt til Havnar og keyptu hús í Tvørgøtu, í sjálvum Rabarbukvarterinum.

 

Johan fór út at sigla, og 9. apríl 1940 var hann staddur í Skagerak og skipið endaði í Keypmannahavn har tað varð lagt. Johan fór til Frederikshavn. Har keypti hann ein 19 tonsara sum hevði snurriváð. Væl gekst honum at fiska, eisini tá hann fekk boð frá myndugleikunum um at flyta til Esbjerg, har hann fekk bygt sær ein 43 tonsara, ein heilt óvanliga stórur snurriváðsbátur í Danmark. Hann fekk navnið Hoyvík.

 

Men hvussu kláraði mamman í Føroyum seg við fýra børnum uttan forsyrgjara? Hon gavst ikki á hendur, men leigaði húsini í Tvørgøtu út og flutti niðan til verforeldrini í Hoyvík. Har vóru nógv í húsi. Hjartarúmið var stórt, og Birgir og systkini fingu bygdarlívið at kenna. 

 

11. desember 1943, fyri 78 árum síðani, komu boð úr Havn, at Johan var komin úr Danmark við sínum egna skipi. Hann fór at snurra við Ísland undir Merkinum og sigldi niður til Bretlands at avreiða. Bardagaárini mistu vit triðingin av flota okkara og fingu bert eitt nýtt skip, og tað var Hoyvík.

 

Eftir heimsbardagan fluttu tey inn aftur í húsini í Tvørgøtu. 

Húsini vóru ikki stór, men har skipaði mamman so væl fyri, at alt gekk upp á stás. Hon segði altíð við børnini, at kjallarin var teirra, og Birgir legðist ikki á boðini. Hann rokaðist við súkklur, fekk sær amboð og øll fingu tey víðar ræsur. Yngru brøðurnir vóru uppií eftir førimuni, og har kom nógv burtur úr hjá teimum.

 

Birgir las útlendsk bløð og sá tekningar av hvussu modelflogfør kundu gerast. Teir løgdu fyri við sveimflogfari, og tað fleyg upp á stás. Hetta var áðrenn fjarstýringin var uppfunnin, so teir høvdu eitt tjóður, men kláraðu sum oftast at fáa flogfarið at lenda. Men ólukkutíð slitnaði tjóðrið viðhvørt so tað krasjaði. Tá var at bjarga og bera vraklutirnar heim í kjallaran at seta saman aftur. So var farið at flúgva við motori, og tað gekk væl til tann harmadag, tjóðrið aftur slitnaði og flogfarið fór í kav.

 

Birgir gavst tó ikki, og helt fram við at fáast við modelflogfør. Tá fjarstýring kom, lá betri fyri, og fleiri komu uppí, og tí hava vit nú ein flogvøll fyri modelflogfør á Velbastaðhálsi, har hann hevur verið lív og sál til fyri stuttum. So seint sum í vár stýrdi hann sínum modelflogførum.

 

Hetta hevur tó bara verið frítíðarítriv. Í vinnulívinum er hann viðurkendur sum góður skipari og seinni sum sýnsmaður hjá Realinum. Semja er um at hann var álitismaður í odd og egg.

 

Friður verði við minni hansara.

 

 

Zakarias Wang