Tann 13. januar andaðist Johan Djurhuus, fyrrverandi skrivstovustjóri á Landsskrivstovuni.
Johan Djurhuus hoyrdi til tað ættarliðið av vælútbúnum føroyingum, ið kom heim aftur eftir annan heimsbardaga. Meðan teir flestu valdu beinleiðis at fara uppí politikk, valdu aðrir embætisleiðina, millum teirra var Johan Djurhuus.
Meira enn nakar annar kom hann at mynda ta ungu heimastýrisumsitingina, ið varð sett á stovn, eftir at heimastýrislógin var komin í gildi í 1948. Hetta merkti ikki, at Johan ikki hevði politiskan áhuga. Hann var av stinnum sambandsbergi brotin, men hann lat ongantíð sína politisku áskoðan ávirka sínar málsviðgerðir ella støðutakan í dagligu leiðsluni av fyrisitingini.
Johan Djurhuus var elsti sonur Kristian Djurhuus, sýslumann og løgmann fyri Sambandsflokkin í tvey valskeið, og Margrethu F. Nielsen úr Heiðunum, frá teimum fekk hann í vøggugávu góð evni og nógvar gávur. Hann var giftur við Esther Djurhuus, tannlækna, ið er dóttur Knút Lutzen og Metu f. Laursen.
Hann vaks upp á Tvøroyri, har faðirin var sýslumaður. Í 1937 tók hann eins og nógvir tvørámenn studentsprógv á Rungsted Statsskole. Eftir hetta fór hann at lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn og kom at verða verandi í Danmark øll krígsárini, og tað setti sín dám á hann.
Eftir lokið prógv arbeiddi hann í danska fíggjarmálaráðnum, til hann í 1947 kom til Føroya at starvast hjá Vinnulánsgrunninum, ein almennur grunnur, ið fíggjaði endurnýggjan av fiskiskipaflotanum. Tá heimastýrið varð sett á stovn í 1948 yvirtók tað nýggja útinnandi valdið, landsstýrið, umsitingina hjá løgtinginum, og skrivstovustjóri løgtingsins, Edward Mitens, cand. jur. gjørdist fyrsti stjóri fyri nýggju fyrisitingina. Tá Mitens árið eftir fór frá vegna aldur, gjørdist Johan Djurhuus skrivstovustjóri. Hetta embætið útinnti hann ábyrgdarfult og samvitskufult til hann legði frá sær á heysti 1987. Hann var tá 69 ára gamal og hevði tá tænt tí almenna í Føroyum í fýrati ár.
Løgmonnum, landsstýrismonnum og løgtingsmonnum var Johan Djurhuus ein dyggur stuðul og ein hollur ráðgevi. Hann hevði eina vinnandi medferð, var vinsælur og fyrikomandi, samstundis sum hann dugdi at halda tann avstand, sum er neyðugur, um eitt embætisverk skal kunna virka undir skiftandi landsstýrum.
Hann dugdi serstakliga væl at seta virðing um embætið og landsfyrisitingina. Hann vísti øðrum virðing og var sjálvur høgt virdur sum menniskja og sum embætismaður. Til almennar vitjanir var hann hin sakkøni í protokolspurningum, hjá honum lá tað líkasum í blóðinum. Eisini til samráðingar uttanlands var hann tann sakligi og sáttligi embætismaðurin, og tann gløggi analytikarin, ið einhvør politisk sendinevnd tørvar í torførum samráðingum yvirfyri mótpørtum við drúgvum altjóða royndum í samráðingarkynstri. Tað var júst undir slíkum umstøðum, at royndir, gløggskygni og løgfrøðiligu førleikar Johan Djurhuusar komu til sín rætt og gjørdu sítt gagn.
Tað nívdi hann, tá politikkarar ikki vildu geva fyrisitingini tær umstøður, ið skuldu til fyri at kunna fylgja við í tí skjótt vaksandi samfelagsmenningini. Hann visti sum var, at ein vælvirkandi fyrisiting var fortreytin fyri politisku skipanini og rættarsamfelagnum.
Johan Djurhuus hevði eitt fjølbroytt arbeiðsøki. Hann var sjúkrahússtjóri til 1978, limur í donsk-føroysku nevndini viðvíkjandi almannalóggávuni 1959-87, løgfrøðiligur ráðgevi hjá barnaverndunum 1960-84, formaður í nevndini fyri Hotel Torshavn 1978-86, limur í stýrinum fyri jarðfrøðiligu rannsóknirnar hjá Danmarks Geologiske Undersøgelser í Føroyum frá 1979, formaðurfyri Jólamerkjagrunnin 1980-87, formaður í stýrinum fyri Skúlan á Trøðni og ritstjóri á Lógbók fyri Føroyar frá 1988. Johan Djurhuus var eisini aðalskrivari hjá Fróðskaparsetri Føroya 1965-74 og limur í setursráðnum 1974-84. Fróðskaparsetrið var eitt av hjartamálum Johan Djurhuusar. Vit minnast í tøkk hann sum ein av undangonumonnunum, ið løgdu lunnar undir ein føroyskan lærdan háskúla, Fróðskaparsetur Føroya.
Tá Johan Djurhuus legði frá sær, kundi hann líta aftur á eitt langt og hendingaríkt lív. Hann hevði tá staðið á odda fyri uppbyggingini av heimastýrinum, hevði lagt lunnar undir almennu umsitingina, har hann legði dent á góða málsviðgerð og holla ráðgeving av politikkarunum.
Johan Djurhuus hevði stóran tokka til gomlu Havnina, har hann hevði sínar røtur. Tað er ikki minst honum at takka, at tað eydnaðist at varðveita gamla umhvørvið í Tinganesi. Hann var frá fyrsta degi talsmaður fyri, at tað almenna skuldi ogna sær ognirnar í Tinganesi, tí hann sá virðini í gomlu pakkhúsunum hjá Kgl Einahandlinum. Hann kendi søguna hjá gomlu Havnini, og tað var ein sonn frægd at hoyra hann greiða frá umhvørvinum úti á Reyni og Tinganesi.
Til myndina av tí gløgga embætismanninum hoyrir eisini, at Johan var hugnaligur í vertskapi. Hann hevði ein fínan humor og dugdi sum nógvir av hansara ættarmonnum væl at siga frá.
Johan Djurhuus er nú farin, og tað er av álvara farið at tynnast í tí liði av embætismonnum, ið bygdu upp okkara fyrstu almennu fyrisiting. Hann verður saknaður av teimum, sum hann í sínum fjølbroytta lívsyrki kom í samband við. Størstu er saknurin hjá konuni Esther, børnum og abbabørnum, og tankar okkara leita í samkenslu til teirra, nú vit minnast og lýsa frið yvir háttvirda Johan Djurhuus.
Edmund Joensen, løgmaður