Minningarorð um Lars Mohr Nielsen

Minningarorð um Lars Mohr Nielsen Tað kom sum ein sannur hvøkkur, tá ið boðini bórust um, at tú Lars var farin foldum frá - alt alt ov tíðliga. Lars - tú vart altíð góður í ráðum og altíð tilreiðar at hjálpa, tá ið djór okkara vóru illa fyri. Vit, sum kendu teg vistu, at vit máttu ansa tær eisini, tí at tú gjørdi alt tú kundi og meira fyri djór okkara. 

 

 Hjá Lars var eingin arbeiðstíð 8.00 - 16.00. Av sínum eintingum ringdi tú ella koyrdi framvið hjá djórum, til tess at tryggja, at tey komu seg skjótt og væl. Bara tað minsta var áfat við okkara ferføttu var Lars klárur. Hann legði lív og sál í sítt arbeiðið og vildi altíð finna eina loysn. Um eingin greið loysn var, so royndi hann aðrar mátar. Tað snúðið seg um loysnir. Lars var ikki bert djóralækni hjá okkara kæru djórum - heldur var hann ein sannur vinur. Lars var við til at stovna Hundaeigarafelag Føroya í 2005, ið vildi virka fyri at betra um umstøður hjá familju- og arbeiðshundunum í Føroyum. Lars sat í nevndini í nøkur ár og helt fram við at stuðla arbeiðinum hjá felagnum øll árini. Lars hevur bæði í sínum gerandisstarvi, sum djóralækni og sum limur av Huff, verið við til at ment hugburðin um, hvussu okkara djór eiga at vera viðfarin og vird. Hann var mangan at hoyra í útvarpinum, har hann greiddi frá og svaraði mongu spurningunum frá fólki um djór og djórahald. 

 

Lars - sum djóralækni var tú eldhugaður, arbeiðssamur, fryntligur, fortur, avgjørdur og brendi fyri yrkinum. Tú ynskti alsamt halda áfram at læra og menna teg og títt íkast til djóralæknayrki í Føroyum. Vit vóru glað og trygg, tá ið tú lat Djóralæknastovuna upp í kønu hendurnar hjá Signari og Anniku. Vit vóru spentar, tá ið tú fekk møguleikan at royna teg sum embætisdjóralækna. Her var nógv at taka hond í. Júst nakað fyri teg. Men tíðin bleiv tó alt ov stutt. Takk fyri tín eldhuga og alsk til okkara kæru djór Lars - tú ert svárt saknaður. 

 

Okkara tankar leita til tey avarandi í hesu sváru tíð. Við djúpari samkenslu 

 

 

 

Nina og Fríða og Bjørg