Minningarorð um ommu mína Mallu Samuelsen

Tá ið eg fekk boðini um at omma var so ússalig, hugsaði eg bert um at koma heim skjótast gjørligt, so eg kundi halda hana í hondina, kína henni og vera um hana til tað síðsta.

Tá ið eg fekk boðini um at omma var so ússalig, hugsaði eg bert um at koma heim skjótast gjørligt, so eg kundi halda hana í hondina, kína henni og vera um hana til tað síðsta.

Á læraraskúlanum, greiddi eg tí donsku gentuni eg eri í bólki við um støðuna eg var í og at eg vildi heim sum skjótast.

Hon bleiv eitt sindur bilsin og skilti als ikki trupulleikan.

»Hvussu gomul er omma tín« spurdi hon. »88 ára gomul« svarði eg. Jaman so er hon bara komin væl frá tí heila, svaraði hon ógvuliga líkaglað.

Soleiðis at skilja at so átti eg ikki at vera so kedd av tí.

Eg bleiv ógvuliga skuffað og vildi greiða henni frá, hvussu góð eg var við ommu mína og hvussu tætt eg var knýtt at henni.

Men eg visti at um eg so greiddi frá í 100 ár, um ein tílíkan kærleika, kundi eg ikki seta hana inn í tað, um hon ikki sjálv hevði tílíkt tilknýti til síni nærmastu. Omma hennara búði í Jyllandi og hon hevði hvørki tíð ella ráð at vitja hana meiri enn einaferð um árið.

Tá ið eg harafturímóti tonkti uppá ommu, hvussu vælsignað hon var við okkum øll bæði annað, triðja og fjórða ættarlið.

Omma var aldrin einsamøll, tí sonurin Sjúrður og verdótturin Dora og børn teirra búði í niðaru hædd av húsunum, og tað var sera trygt fyri restina av familjuni at vita sær, at hon altíð kundi heita á tey.

Omma var miðdepilin hjá okkum. Tað var hjá henni at vit øll samlaðust í álvara og gaman.

Omma sat í køkskrókinum í sínum fasta stóli, við sínari víðagitnu cerutt sum var fest í ein serligan silvurpinn, og roykurin stóð frá soleiðis at vit illa nokk sóu hana.

Hon var ikki altíð við í prátinum tí hon var í seinastuni sera dul.

Misskiljingarnar í prátinum við hana sum hetta førdi við sær gav mangan láturin - serliga frá hennara síðu.

»Omma tú hevur klipt tær« segði ein ommusonur. »Hvat sigur tú« svaraði omma. Hann royndi einaferð afturat, og tá ið hon ikki skilti nýtti hann kropsmál samstundis og peikaði á høvdið.

Omma svaraði bilsin: »Eri eg klikkað?«

Soleiðis upplivdi vit so mangan søgur, sum vit - og hon - ikki kundi lata vera við at flenna at, hóast hetta var eitt keðiligt brek hjá henni.

Eg fekk trý góð ár saman við henni, tá eg búði hjá henni í mínari studentartíð.

Hon fylgdi væl við nær man kom heim um náttina og viðmerkingar fullu her og har tá tað bleiv ov buldrasligt.

Tá hon sat og greiddi frá sínum barndómi, og hvussu hennara lív hevði lagað seg, kundi man ikki annað enn hava stóra virðing fyri henni og eitt sindur av ringari samvitsku av at vera sloppin so lætt gjøgnum lívið.

Ongin spenningsfilmur kundi sammetast við at hoyra hana greiða frá, hvussu tey lívbjargaðu sær tá í tíðini, og tað var nakað sum man kundi læra nógv av.

Omma glymdi ongantíð tær hørðu tíðirnar og tí var hon sparin tó uttan at vera afturhaldandi, nei, javnvágin hjá henni at kunna geva frá sær og spara var heilt einastandandi.

Hon byrjaði at ferðast tá hon var 50 ára gomul.

Fór til Juguslavien, Italien, Týsklands og Grikkaland, bert fyri at nevna nøkur lond.

Seinastu ferðina hon gjørdi 84 ára gomul, var tá ið hon og mamma vitjaðu meg í Frankaríki, har eg var au pair genta í Suðurfrankaríki.

Tað var ein fragd at uppliva hana har njóta lívið. Tað hevði hon so sanniliga uppiborið.

Eg kundi hildið fram og skriva eina heila bók um lívið hjá ommu, men vit fara øll at bera tað, sum hon gav, víðari til okkara børn, og æra minnið um ommu í hjørtum okkara.

Vit fara at varðveita minnini um eina framúrskarandi ommu, sum vit elskaðu og sóu upp til.

Hvíl í friði góða besta omma.


Malla