Minnir um gamlar dagar í Leirvík

Mikudagin í hesi vikuni høvdu 10 snellubátar, sum landaðu í Leirvík, umleið 18.000 pund av útróðrarfiski tilsamans.

Mikudagin í hesi vikuni høvdu 10 snellubátar, sum landaðu í Leirvík, umleið 18.000 pund tilsamans, harav besti báturin við tveimum monnum hevði 3.500 pund.

 

Ein góður útróðrardagur gevur væl og menninir, sum vóru við hesum eina bátinum mikudagin, seldu fyri umleið 30.000 krónur.

 

Talan er ikki bara um útróðrarbátar, sum eru heimahoyrandi í Leirvík, sum landa í bygdini, men eisini um bátar úr eitt nú Fuglafirði, Skálafjørðinum og aðrastaðni.

 

Tá tað hevur viðrað nú í vártíðini, hava einir 4-6 útróðrarbátar landað fast í Leirvík, men serliga mikudagin vóru teir fleiri í tali.

 

Kaj Otto Frederiksberg, stjóri í Fo-Fish og Norðfra í Leirvík væntar, at talið av bátum verður enn størri, um snellubátarnir framhaldandi fara at fáa fisk norðanfyri.

 

- Onkur bátur hevur fingið heilt upp í 4.000 pund einar tríggjar fylgjandi útróðrardagar, og tað er óførur snellufiskiskapur.

 

Stjórin vísir á, at ein stórur partur av norðhavsfiskinum er toskur 2, og hetta er stórur og góður fiskur.

 

- Ja, vit kunnu siga, at tað stundum hevur verið sum í gomlum døgum á bryggjuni í Leirvík, og hetta hevur verið rættiliga hugaligt, sigur hann.

 

Kaj Otto Frederiksberg fegnast eisini um góða fiskiskapin hjá trolbátunum í vetur, og nú um dagarnar hava fleiri trolbátar - aftur fullfermdir við góðum fiski - landað í Leirvík.