Føroyska songkvinnan Eivør Pálsdóttir hugleiðir um árið sum fór, og ynski og mál síni fyri komandi árinum.
Hvat var størsta persónliga uppliving hjá tær í árinum, sum fór?
Tað vóru nógvar góðar upplivingar í 2014, og serliga minnist eg gleðina, tá mamma mín gjørdist frísk av krabbameini.
Eisini sita tvær ógloymandi kreativar vikur saman við manninum í Italia fastar í minninum.
Hvør var størsta listarliga upplivingin?
2014 var nokk eitt av teimum allar hendingaríkastu árunum hjá mær listarliga. Ein stóran part av árinum var eg á tónleikaferð í Europa við fløguni Room, arbeiddi við síðuprojektum, millum annað Ginman/Eivør, barnaljóðbókini "Skrímslið lítla systir mín", leiksýningini SAD, skrivaði tónleik og framførdi hann saman við DR BIG BAND.
Við ársenda tók eg upp mína komandi fløgu "Bridges", ið kemur út 27. február í ár.
Hæddarpunktini vóru ymisk og mong, tó var skapanin av nýggju fløguni “Bridges” høvuðshæddarpunktið.
Hvat vilt tú helst gloyma í árninum sum fór?
Eg vil helst gloyma, at eg til tíðir var eitt sindur stressað, men hinvegin so vil eg heldur læra av tí.
Hvar finnur tú íblástur?
Eg finni íblástur í tí, sum hendir rundan um meg. Mær dámar at skriva um menniskjalig virðir, kærleika, sorg, longsul, iva og allar avbjóðingar, sum lívið nú einaferð ber við sær. Ìblásturin og skapanarhugurin er sterkast, tá ið eg eri einsamøll, tá øll sova, ella tá ið einsemið tekur yvirhond.
Hvussu er tónleikapallurin í Føroyum broyttur hetta árið?
Nógv gott er hent á tónleikaøkinum í Føroyum hetta árið. Millum annað nýggja spælistaðið Reinsaríið og loftbrúgvin. Tónleikapallurin í Føroyum stendur í fagrasta blóma, og tað fegnist eg um.
Hvat ynskir tú fyri tónleikarar og umstøður teirra í nýggja árinum?
Hvørji ynskir og mál hevur tú fyri 2015?
Ynski: Eg ynski at brúka meira tíð saman við mínari familju og vinum, njóta løtuna, vera kreativ og stressa minni.
Mál: Eg havi nógv mál. Tvey av teimum eru at koma víða um við nýggju fløguni og skriva tilfarið liðugt til eina komandi føroyska útgávu.