Minnist onki til deyðsvanlukku

Ein kvinna skal nú í fongsul í sjey mánaðir, tí hon var atvoldin til eina ferðsluvanlukku, har ein maður doyði. Hetta er ein hørð revsing, men tað er fyri at vísa, hvussu álvarsliga samfelagið tekur slíka framferð, segði dómarin

Tað fekk syndarligar avleiðingar, tá ið ein kvinna tíðliga ein sunnumorgunin stutt fyri jól, gjørdi av at seta seg í bilin við góðari kenning og ávirkað av narkotika, og koyra í eitt morgunball.

Á vegnum misti hon tamarhaldið á bilinum og tað kostaði einum ósekum fótgangara lívið.

Ì morgun fall hamarin í Føroya Rætti og har varð avgjørt, at hon nú noyðist í fongsul í sjey mánaðir.

Harafturat missir hon koyrikortið í fimm ár.

Hon játtaði seg sekan í at hava koyrt við kenning og hon játtaði seg sekan í at hava tikið amfetamin.

Hon visti eisini, at tað var ólógligt at koyra bil, tá ið hon var ávirkað og hon helt eisini, at hon hevði koyrt skjótari enn loyvt er.

Men hon minnist onki til sjálva vanlukkuna og tí fekk hon ikki tikið støðu til tann spurningin.

Hon var farin í býin kvøldið fyri saman við sjeikinum og nøkrum vinfólkum.

Og hon hevði drukkið heilt fitt hetta kvøldið og nakað eftir midnátt fóru tey turné í náttarlívinum í Havn.

Her hevði hon eisini sniffað eina strípu av amfetamini, men hon vildi ikki siga, hvaðani hon fekk tað og hon vildi heldur ikki siga, hvør var við henni.

Tá ið barrirnar í Havn lukkaðu, fóru hon og sjeikurin til hús, men har drakk hon uppaftur meiri, men sjeikurin sovnaði.

Men so ringdi telefonin og tað setti gongd í eina røð av hendingum, sum at enda førdi til eina deyðsvanlukku.

Tann, sum ringdi vildi hava tey í morgunball og tað endaði við, at hon vakti sjeikin við tí endamáli at fara í morgunball.

Og hon ætlaði sær sjálv at koyra og hóast sjeikurin mutaði ímóti, endaði tað við, at tey fóru bæði avstað

Men tá ið tey komu í morgunballið, vildi hon ikki við og setti bara sjeikin av.

Sjeikurin greiddi frá, at tey høvdu “diskuterað”, sum hann segði, men onkur annar brúkti orðið, skeldast. Í øllum førum staðfesti hann, at stemningurin í bilinum var rættiliga beiskur, sum hann tók til.

Á veg heimaftur hendir vanlukkan.

Eitt vitni greiddi frá, at hon koyrdi “ótrúliga skjótt” og hugsaði, at tað fór at ganga galið.

Á veg heimeftir ringvegin, rendi hon á oyggjarnar beint við Dalavegin og misti tamarhaldið á bilinum.

Tað endaði við, at hon fór tvørtur um vegin og rakti ein fótgangara, sum gekk á gongubreytini og hann doyði á staðnum.

Bilurin koyrdi framvegis eitt langt strekki, áðrenn hann fór útav.

Kvinnan greiddi frá, at hon sansaði ikki vanlukkuna fyrrenn eina góða løtu seinni og tá ið hon sá eitt lívleyst á gongubreytini, breyt hon fullkomiliga saman.

Eitt annað vitni, sum kom á staðið, greiddi frá, at kvinnan var fullkomiliga skelkað og frá sær sjálvum.

Ákærin helt, at fongsul í sjey mánaðir var hóskandi og at missa koyrikortið í fimm ár og tað var dómarin samdur í.

Dòmarin ásannaði, at talan um harða revsing, men hetta var fyri at vísa, hvussu álvarsliga samfelagið tekur slíka framferð og revsingin er hørð fyri at fyribyrgja meiningsleysum deyðsvanlukkum í ferðsluni.