Nú um dagarnar er minnisuppboðssøla fyri James Brown í New York. Brown doyði av hjartatilburði í 2006, 73 ára gamal, og hava ognir hansara ikki verið brúktar síðani. Tískil fara nú um dagarnar 300 av ognum hansara á uppboðssølu. Tað hægsta boðið hevur higartil verið upp á eina sofu, sum varð seld fyri 40.000 dollarar (uml. 190.000 kr.). Paul Shaffer bjóðaði 32.500 dollarar (uml. 153.000 kr.) upp á eitt sokallað lekiarmband hjá Brown.