Jarðskjálvtin í Norðuritalia fyrrapartin hevur kravt í minsta lagi seks mannalív. Italsku fjølmiðlarnir siga, at fleiri bygningar eru rapaðir, og tí er tað ikki óhugsandi, at jarðskjálvtin hevur kravt uppaftur fleiri mannalív.
Jarðskjálvtin fyrrapartin var í sama øki sum skjálvtin fyri einari viku síðani, tá sjey fólk doyðu.
Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjuálvtin í dag var 5,8 á Richterstiganum, og at miðdepilin var knappar 10 kilometrar undir jørð 40 kilometrar norðan fyri Bologna og 60 kilometrar eystan fyri Parma.