Nú tveir flokkar eru lidnir við uppstillingarlistanar til býráðsvalið í Havn er greitt, at í minsta lagi seks tingfólk bjóða seg fram at stýra høvuðsstaðarkommununi.
Javnaðarflokkurin stillar fýra tingfólk upp:
Heðin Mortensen, borgarstjóra og løgtingsmann
Helenu Dam á Neystabø, býráðslim og løgtingskvinnu
Kristiannu Winther Poulsen, løgtingskvinnu
Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann
Tjóðveldi stillar upp Annitu á Fríðriksmørk.
Og hóast Framsókn ikki hevur kunngjørt listan, so er greitt, at Ruth Vang, løgtingskvinna, stillar upp fyri Framsókn.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava ikki kunngjørt sínar listar enn. Fólkaflokkurin kann stilla einasta tinfólk floksins í Havn, Anniku Olsen, upp. Hon hevur fyrr sitið í býráðnum, men hon hevur sagt, at henni ikki dámar, at fólk hava fleiri kaskettar.
Hon er kortini eitt gott boð, um Fólkaflokkurin ætlar at stilla upp við sterkastu manning.
Sambandsflokkurin hevur verið sera veikur í Tórshavnar Býráð, síðani Lisbeth Petersen legði frá sær í 2000, og síðani Heðin Mortensen varð koyrdur úr flokkinum í 2004. Seinastu tvær seturnar hevur Annfinn Brekkstein einsamallur umboðað flokkin, sum hevði fýra fólk í býráðnum.
Eins og Fólkaflokkurin so hevur Sambandsflokkurin bara eitt tingfólk í høvuðsstaðnum. So skal Sambandsflokkurin satsa, so stillar hann Kaj Leo Holm Johannesen upp til býráðsvalið. Hann byrjaði sína politisku yrkisleið í Tórshavnar býráð frá 1996-2000 – áðrenn hann varð valdur á ting í 2002.
Enn er óvist, um Miðflokkurin stillar upp til býráðsvalið. Tað er sera møtumikið hjá bæði Miðflokkinum og Nýggja Sjálvstýrinum at stilla upp til býráðsval í Havn, tí sannlíkindi fyri at fáa umboð vald eru so evarska lítil. Men Miðflokkurin hevur ein tingmann í Havn, Jenis av Rana. Hann hevur eisini sitið í Tórshavnar býráð sum varamaður fyri Petur í Gong á Uttanflokkalistanum.
So møguleiki er fyri, at trý tingfólk aftur at teimum seks fara at bjóða seg seg fram at stýra Tórshavnar kommunu. Tí er eisini ein ávísur møguleiki fyri, at meirilutin av sessunum í Tórshavnar Býráð verða mannaðir av fólkum, sum eisini eru løgtingsfólk.