Minst sjey dripin í russiskum álopi á Odessa

Higartil eru sjey fólk funnin deyð í leivdunum av íbúðarbygningi, harav fleiri eru børn. 

Í dag hevur Russland enn einaferð framt dronuálop á ukrainska svartahavsbýin, Odessa. 

 

Sambært Kyiv Independent rakti dronan ein íbúðarbygning og oyðilegði 18 íbúðir.

Í kvøld sigur bjargingartænastan í økinum, at higartil eru sjey fólk funnin deyð í leivdunum av íbúðarbygninginum, harav fleiri eru børn. 

 

Ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, heitti í kvøld á sameindar um at bera seg skjótari at við nýggjum vápnaveitingum.

 

- Innanhýsis politiskt spæl og ósemjur avmarka verjuna hjá Ukraina. Vit biðja ikki um meir enn neyðugt fyri at verja mannalív, legði forsetin aftrat.