Minsta fráflyting í 32 ár

Nýggjastu hagtølini fyri fólkavøkstur í Føroyum er góður lesnaður fyri føroyska samfelagið. Hagstovan upplýsir nevniliga, at frá 1. juni til 2015 til 1.juni 2016 er fólkatalið í Føroyum vaksið við 616 fólkum, ið er 1,3 prosent.


Talan er um størsta fólkavøkstur í einum 12 mánaðar skeiði síðan 2002. Tað hongur sjálvandi saman við fráflytingini, ið er tann minsta í 32 ár, og tilflytingina, ið er tann størsta í átta ár, sambært Hagstovuni.


Seinasta árið er nettotilflytingin, ið er munurin millum til- og fráflyting, 362, meðan burðaravlopið, ið er
munurin millum fødd og deyð, 254.


1.546 fólk fluttu til Føroyar hetta tíðarskeiðið, meðan 1.184 fólk fluttu av landinum. Samanmett við í fjør, vóru tað 1.486 fólk, ið fluttu til Føroyar, meðan 1.228 fólk fluttu av landinum. Tá var nettotilflytingin 258 fólk, 104 fólk færri enn í ár.