Eini hundrað fólk vóru samankomin í býráðssalinum í Klaksvík í til tiltakið leygardain. Eftir at manskórið Vitin hevði sungi Á livshavsins bylgju, bjóðaði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, vælkomin. Hann var ikki sørt errin av, at snøggu modellini av Coraliu og Blithesome, sum býráðið hevur keypt frá Hans Jacob Fuglø, nú verða sýnd fram. At Hans Jacob er ein framúr góður handverkari, er ongin ivi um. Tí var tað eisini eitt modell frá Hans Jacob, býráðið valdi at geva kongshjúnunum í gávu frá Klaksvíkar Kommunu í summar.
Eftir vælkomstrøðuna avdúkaðu 94 ára gamli Dávur Davidsen úr Tjørnuvík tey bæði modellini av Coraliu og Blithesome. Dávur er tann einasti, sum er eftir á livi av teimum, sum vóru við í tiltiknu bjargingini, og greiddi hann sera livandi og hugtakandi frá tilburðinum.
Eisini Óli Olsen, sjómansskúlalærari, segði nøkur orð um hesa søguligu hending.
At enda sang Vitin vakra sangin Vit ferðast heim
Eftir tiltakið høvdu gestirnir høvi at keypa eitt signerað eintak av nýggju bókini um Dávur Dávidsen, Dávur úr Tjørnuvík.