Misa mama, ein vísukafé og belgiskar vaflur

Misa mama er heitið á sjónleiki, sum sjónleikarin og vísusangarin Birgitte Grimstad framførur í Norðurlandahúsinum komandi vikuskifti.

Birgitte Grimstad kemur júst úr Grønlandi, har hon m. a. hevur framført hendan leikin.

Sjálv er Birgitte Grimstad bæði norsk og donsk, og til leikin »Misa mama« hevur hon arbeitt saman við fólkum úr fleiri ymiskum tjóðum, eitt nú Indonesia, Sámalandi og Norðuramerika. Hetta hevur eisini sett sín dám á leikin, sum hon rópar eina fleirmentaða framførslu.

Misa mama merkir á sámiskum ein messa fyri móðurini.

Umframt henda leikin, sum verður framførdur leygardagin í Stórasali, fer listakvinnan eisini sunnudagin at hava eina vísukafé á - ja, kaféini í Norðurlandahúsinum.

Higartil í ár hava 500 fólk havt ymiskar framførslur í Norðurlandahúsinum, og bara í feburarmánaði hava 3.000 fólk verið inni á gólvinum í húsinum. Hetta heldur komandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Helga Hjörvar, vera sera merkisvert, men hon greiðir frá, at í framtíðini fara tey at royna at leggja størri dent á kaféina í húsinum.

Ætlanin er m. a. av og á at bjóða ymsar smærri serrættir, og tað fyrsta verður belgiskar vaflur. Tær hevur Hjørdis Jespersen, sum arbeiðir í køkinum, hevur verið heilt niðuri í Belgien og fingið uppskriftina uppá.