Misbrúkti fýra ára gamla gentu

Ákærin hevur linkað kravið um fongsulsrevsing við einum ári.

Rættarmálið móti einum 43 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri kynsliga misnýtslu av einum smábarni, var aftur fyri í Føroya rætti í dag.

 

Málið var fyri fyrstu ferð heyst, men áðrenn dómur fall, komu nýggjar upplýsingar undan kavi í málinum, sum gjørdu, at viðgerðin av málinum hevur drigið út.

 

Maðurin var upprunaliga ákærdur fyri at hava kynsliga misnýtt somu gentu á fleiri bústøðum. Fyrra ákæran var um eina hending, sum var farin fram, tá gentan var um fýra ára gomul. Maðurin skal tá hava yvirtalað gentuna til at nema við seg. Hesa hending hevur maðurin sjálvur greitt frá um, og játtar seg sekan. Gentan sjálv minnist ikki hesa hending.

 

Seinna ákæran er tann, sum hevur gjørt, at málið er drigið út. Upprunaliga varð maðurin ákærdur fyri at hava misbrúkt gentuna fleiri ferðir um vikuna í eitt hálvt ár. Nýggju upplýsingarnar vísa tó, at maðurin ikki hevur verið í Føroyum stóran part av tíðini.

 

Nýggju upplýsingarnar gjørdu, at ákærin broytti krav sítt um tvey og eitt hálvt ára fongsul. Nýggja kravið er hálvtannað ára fongsul.  Ákærin helt fast við, at frágreiðingarnar hjá gentuni vóru álítandi og samsvaraðu væl við framferðarháttin hjá ákærda í øðrum málum. Ákærdi er nevniliga dømdur fyri líknandi mál fyrr. Hann noktaði seg sekan í seinnu ákæruni og helt staðiliga fast við, at hann einki kendi til ógvusligu ákærurnar frá gentuni.

 

Verjin hjá ákærda ynskti ákærda fullkomiliga fríkendan, hóast ákærdi játtaði seg sekan í fyrru ákæruni og partvís í seinnu. Verjin greiddi frá, at tað er ákærdi, sum hevur greitt frá um aðru hendingina, meðan tað eisini er frágreiðing ákærda, sum hevur varpað ljós á veruligu umstøðurnar um hvar, ákærdi var. Hóast ákærin legði stóran dent á, at maðurin var tungur rúsmisbrúkari hesa tíðina, so vildi verjin við hesum vísa á, at frágreiðingar hansara vóru álítandi.

 

Dómur fellur í næstu viku.