Misjøvn úrslit fyri ensku liðini

Tað var bert eitt lið, ið megnaði at fáa nakað burtur úr á útivølli í kvøld, tá fyrru fjóðringsfinalurnar í Europa League vórðu leiktar. Og tað var kanska tað liðið, ið flestu mettu hava vánaligastu møguleikarnar at fáa nakað burtur úr.

 

Kortini eydnaðist tað hjðá sveisiska liðnum, Basel, at fáa ein 2-2 javnleik á White Hart Lane móti formsterka Tottenham.

 

Tað byrjaði væl fyri Basel, sum eftir hálvan tíma segði seg á odda 1-0 við máli, sum Valentin Stocker setti í netið frá stuttum fjarleika, og fimm minuttir skoraði Fabian Frei til 2-0.

 

Henda leiðsla vardi tó bert fimm minuttir, tí stutt undan hálvleiki minkaði Emanuel Adebayor um munin. Gylfi Sigurðsson javnaði við einum frísparki, ið rakti múrin, men verri enn javnleikurin var fyri Tottenham, at Gareth Bale varð borin av vølli við skaða.

 

Tað er mótbrekka hjá Newcastle eftir eitt 1-3 tap á útivølli móti Benfica. Eftir eina flúgvandi byrjan, har Papisse Cisse sendi avleveringina frá Moussa Sissoko í netið, var tað heimaliðið, ið stóð fyri restini av málskoringini.

 

Rodrigo javnaði og Lima fangaði eina leysa afturlegging, áðrenn Oscar Cardoso skoraði upp á brotsspark.

 

Best hjá teimum ensku liðunum gekst Chelsea, sum vann 3-1 á Stamford Bridge á Rubin Kazan. Lív kom aftur í Torres, sum eftir stívum korteri fekk skrumbla bóltin í málið til 1-0. Eftir hálvum tíma smekkaði Victor Moses við góðum hálvfluktara bóltin í málið, áðrenn Bebras Natcho minkaði um munin við brotssparki.

 

Torres fekk tó síðsta orðið tá hann við góðum stútara skoraði til 3-1 í 70. minutti (myndin).

 

Besta útgangsstøði hevur tó Fenerbache, sum tekur ein 2-0 sigur við sær til Lazio. Eitt Pedro Webo brotsspark og eitt mál frá Dirk Kuyt í seinasta minutti syrgdu fyri sigrinum.

 

Benfica-Newcastle 3-1 (1-1)

12. 0-1 P. Cisse

25. 1-1 Rodrigo

65. 2-1 Lima

71. 3-1 O. Cardozo (brts)

 

Chelsea-Rubin Kazan 3-1 (2-1)

16. 1-0 F. Torres

32. 2-0 V. Moses

41. 2-1 B. Natcho (brts)

70. 3-1 F. Torres

 

Fenerbache-Lazio 2-0 (0-0)

78. 1-0 P. Webo (brts)

90. 2-0 D. Kuyt

 

Tottenham-Basel 2-2 (1-2)

30. 0-1 V. Stocker

34. 0-2 F. Frei

40. 1-2 E. Adebayor

58. 2-2 G. Sigurðsson