Tað er eitt afturvendandi tiltak, at FC Production skipar fyri sangkapping millum ungfólk í Føroyum.
Kappingin, sum fyrstu árini kallaðist ársins songfuglur, men sum nú verður rópt við meiri hóskandi navninum ársins songrødd, hevur sínar røtur í 80¹unum, og framvegis er grundarlag fyri at halda kappingina.
Og fyrsta songrødd kappingin á hesum sinni verður í annaðkvøld, tá TB-húsið á Tvøroyri verður karmur um kapping millum 5-7 fólk.
Fyrsta kappingin skuldi verða á Sandi fyri tveimum vikum síðani, men kappingin varð avlýst, tí nóg stór undirtøka varð ikki fyri kappingini. Tvey fólk høvdu meldað til, og tá annað harafturat gav avboð, var eingin orsøk at skipa fyri kapping. Eini luttakarin, sum eftir var á Sandi, sleppur við til finaluna.
Fyrsta kappingin verður í annaðkvøld
Fyrsta veruliga kappingin verður tí í annaðkvøld, tá TB-húsið letur hurðarnar uppá víðan vegg fyri songrøddkappingini 1997.
Endaliga talið á luttakarunum, sum verða við í kappingini í annaðkvøld liggur ikki fast, men talan er um ið hvussu er fimm fólk, og helst kemur talið uppá sjey.
Tilmeldingin hevur verið serliga góð til kappingarnar í Havn og í Eysturoynni, meðan hon hevur verið rímulig til kappingina í Vágum, sigur Páll Arge, sum er ein av fyriskiparunum.
Men til kappingina í Klaksvík er so at siga eingin tilmelding og har verður neyvan nøkur kapping. Seinnu árini hava vit eisini verið í Klaksvík annaðhvørt ár, sigur hann.
Fáa helst útlendskar gestir
Tann 15. november verður kappingin í Eysturoynni, og hon verður antin á Strondum ella í ítróttarhøllini á Kambsdali, tað er ikki komið uppá pláss enn.
Leygarkvøldið 22. november verður Havnin pallurin, tí tá verður innleiðandi kappingin í Gundadalshøllini. Og seinasta innleiðandi kappingin verður í Miðvági leygarkvøldið 6. desember.
Finalan verður leygarkvøldið 13. desember, og hon verður í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Vanligt hevur verið, at tá eru onkrir útlendskir gestir á vitjan, og soleiðis verður helst eisini í ár.
Vit hava samband við onkrar danskar umboðsmenn, og møguliga spyrst okkurt burtur úr tí, sigur Páll Arge, uttan at koma inn á, hvør tað er, sum teir hava áhuga í at fáa til Føroya.
Eisini nú tá innleiðandi kappingarnar verða, er meiri á skránni enn bert sjálv kappingin. Songrøddkappingin er partur av einum stórum dansikvøldið. FC ferðast runt við einum góðum anleggið og ljósi, og diskotek verður bæði áðrenn og eftir kappingina.