Formaðurin í grønlendska landsstýrinum, Kuupik Kleist, er vónbrotin av, at Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, brúkti so lítla tíð upp á Grønland, tá hann setti Fólkatingið í gjár. Forsætisráðharrin nevndi Grønland í tveimum setningum saman við Føroyum.
Kuupik Kleist sigur við grønlendska kringvarpið, at hann hevði væntað, at forsætisráðharrin fór at tosa um tann veksandi áhugan fyri tí arktiska økinum, serliga tá hugsað verður um, at Danmark hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum nú.
Tí ætlar hann sær at tosa við donsku stjórnina fyri at tryggja sær, at hon hevur áhuga í tí, sum hendir í póløkinum.
Kuupik Kleist sigur við KNR, at eftir grønlendskari áskoðan var setanarrøðan hjá Lars Løkke Rasmussen ikki tann besta, sum hann hevur hoyrt.