Eyðstein Wardum er als ikki samdur við formanninum í Felagnum Rækjuskip, tá hann heldur at fiskimálaráðharrin eigur at vera varin við at geva fleiri fiskiloyvi til rækjutrolarar. Hetta segði Jákup Egholm Hansen í týsdagssosialinum.
-Vit hava mist fiskirættindi, júst tí at ov fá rækjuskip hava verið í føroyska flotanum. Vit hava mist landsvirði, tí at tveir teir undanfarnu landsstýrismenninir ikki hava givið nýggj fiskiloyvi. Dagatalið við Svalbard er skorið niður í eina helvt og hvat verður tað næsta, klára vit ikki at brúka fleiri fiskidagar, sigur Eyðstein Wardum, sum er ein av eigarunum og skipari í nýggjasta rækjutrolaranum Ocean Pride, fyrrverandi Svartbakur.
-Eg trúgvi einki upp á, at minka veiðurættindini á Flemmish Cap í framtíðini, so kunnu vit nýta ónýttar fiskidagar við Svalbard sum reserva at hava at dúva uppá. Brúka vit ikki okkara fiskidagar, so missa vit teir, sigur hann.
-Sannleikin er, at vit hava ov fá rækjuskip, hesir parturin av flotanum er ov lítið. Verandi floti telir 10 rækjuskip, tá vit fara til fiskiskap eru vit 11 og vit eiga fiskirættindi til minst 12 1/2 skip og til hesi skip eiga varandi loyvi at vera givin. Landstýrið fer at missa veiðurættindi, eru ov fá rækjuskip í flotanum, sigur Eyðstein Wardum.
Ocean Pride liggur nú við bryggju á Tórshavnar Skipasmiðju, har trolarin verður umbygdur.