Í døgunum 15.-17. sept. 2000 fær samkoman Rhema í Havn vitjan av kenda danska prædikumanninum og pastorinum Jørn Hyldgaard. Hann hevur áður verið í Føroyum og hildið møtir, ið hava verið til stóra signing fyri nógv fólk.
Dagliga so er Jørn Hyldgaard pastor og leiðari fyri samkomuni Troens Ord í Brande og missiónsfelagsskapi teirra nevndur INTO (International Out-Reach). Hesin felagsskapur fyriskipar missiónsferðir, bólkatúrar, neyðhjálparsendingar, venjingarskúlar o.a.
Neyðhjálpararbeiði hjá teimum er eini 3 ára gamalt og tey arbeiða bæði í Hvítarusslandi, Bulgaria, Rumenia og Moldavia. Tey hava eina stóra neyðhjálpshøll, sum er 2000 m2 til støddar. Ígjøgnum hetta arbeiðið hevur INTO upplivað stóra signing, og hjálpin hevur latið ótrúliga nógvar hurðar upp í samband við missiónsarbeiði teirra ymsastaðni, serstakliga í Eysturevropa.
Hesa ferð er evnið: Missión og hvønn týdning hetta hevur í dag.
Annars er at siga um Jørn Hyldgaard, at hann er ein sera humoristiskur talari. Tú sleppur frá at keða teg á møtum hansara. Hann biður fyri sjúkum og ofta fær hann profetisk orð
Missiónsstevnan byrjar fríggjakvøldið kl. 8. Nærri verður lýst í bløðunum nær møtini verða.