Misti góðs úr lastini í Norðoyatunlinum

Bilførari skuldsettur fyri brot á ferðslulógina

 

Ein lastbilur, sum koyrdi ígjøgnum Norðoyatunnilin í gjár við eini last av flammingoplátum, misti ein platt av lasinum inn í Norðoyatunlinum. Og tá flammingo brotnar, so er eitt øgiligt órudd av flammingoperlum, og soleiðis var eisini í tunlinum, har flamingoperlur fukur runt í tunlinum.

Tí vórðu boð send eftir eini sópimaskinu hjá Klaksvíkar kommunu at koma at støvsúgva tunnilin.

Hetta órógva ferðsluna í ein góðan tíma, tá løgreglan so mátti leiða ferðslu gjøgnum tunnilin.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at bilførarin verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, tí hann ikki hevur spent lastina nóg væl. Tað er bilførarin, sum hevur ábyrgina av, at lastin er spent forsvarliga.