Maðurin er undir illgruna fyri at vera við í álopinum, sum fór fram 16. oktober 2023, og sum kostaði tveimum svenskum fótbóltsfjepparum lívið.
Í einum tíðindaskrivi boðar spanska løgreglan frá, sambært Reuters, at tann handtikni útvegaði rifluna, sum varð brúkt í álopinum, og gav gerningsmanninum hana.
Skjótingin hendi undan einum altjóða fótbóltsdysti millum Belgia og Svøríki.
Ein 45 ára gamal tunesari skeyt í einum hýruvogni móti einum bólki av svenskum fótbóltsfjepparum. Tveir teirra doyðu og ein fekk skaða.
Nakrar tímar seinni varð gerningsmaðurin sporaður til eina kaffistovu, har hann varð skotin av belgisku løgregluni. Hann doyði seinni.
/Ritzau/