Mistu heimavøllin í lutakasti

U19 landsliðið skal spæla í EM undankapping í Estlandi, og U17 landsliðið skal spæla í EM undankapping í Eysturríki

Fótbóltssambandið vil ógvuliga fegið vera vertur fyri EM undan­kappingum hjá yngru lands­lið­unum, men tað gongur illa at fáa tað skipað soleiðis, at kappingar­nar verða lagdar at vera í Føroyum.
Síðsta dømið um hetta var mikudagin í hesi vikuni, tá ið lutur varð kastaður um, hvussu U19 og U17 undankappingarnar skulu skip­ast næsta ár.
Umboð fyri FSF vóru hjástødd, tá ið lutakastið var í UEFA høvuðs­skrivstovuni í Nyoan í Sveis. Í U19 kappingini komu Føroyar í bólk 12 saman við Onglandi, Ukreina og Estlandi, og í U17 kappingini komu Føroyar í bólk 6 saman við Eysturríki, Sveis og Kypros.
FSF umboðini bjóðaðu sær til at standa fyri báðum kappingunum, men tað eydnaðist ikki at fáa kappingarnar til Føroya.
Í U19 kappingini vóru tað Estland og Føroyar, sum bjóðaðu seg fram at hýsa kappingini. Hini londini tóku undir við, at Estland skal standa fyri, og har­við var tað greitt, at føroyska U19 landsliðið skal til Estlands, har kappingin verður í døgunum frá 26. september og til 1. oktober 2012. Tá skulu Føroyar spæla ímóti Onglandi, Ukreina og Estlandi.
Í U17 kappingini vóru tað Før­oyar og Eysturríki, sum bjóð­aðu seg fram. FSF heimasíðan veit at siga, at Sveis tók undir við, at kappingin varð í Føroyum, meðan Kypros tók undir við, at Eysturríki skal hýsa kappingini. Tí var neyð­ugt við lutakasti, og tað lagaði seg soleiðis, at Eysturríki vann lutakastið. Harvið var tað greitt, at føroyska U17 landsliðið í døgunum 10. til 15. oktober 2012 skal luttaka í undankappingarbólki 6 í Eystur­ríki, har mótstøðulondini verða Eysturríki, Kypros og Sveis.