Mistu móti endanum

2. deild: Eftir at hava verið undir stórum trýstið allan seinna hálvleik, var nær við, at HB tók øll trý stigini móti LÍF

Dysturin millum HB og LÍF leygardagin, endaði við javnleiki, og hetta mundu havnarmenninir helst hava størstu orsøkina at fegnast um, hóast teir eisini vóru nær við at taka øll stigini.

HB átti alt

Í fyrra hálvleiki høvdu vertirnir so at siga alt spælið, men talan gjørdist kortini ikki um teir heilt stóru møalmøguleikarnar.

Tað eydnaðist teimum tó at leggja seg á odda miðskeiðis í hálvleikinum, tá formaðurin í felagnum, Gunnar Mohr, enn einaferð sýndi, at aldurin er eingin forðing fyri máltevinum. Eftir innlegg úr vinstru, var Gunnar fyrstur á, og so var 1-0.

Tað var eisini um reppið, at formaðurin økti til 2-0, tá hann úr spískum skeyt á stongina, eftir at Eyðun Højgaard fyrst hevði roynt seg.


Dysturin skifti

Í seinna hálvleiki broyttist dysturin fullkomuliga. LÍF, sum vallað hevði verið í HB brotsteiginum fyrra umfarið, tók fullkomuliga yvir, og málmøguleikarnir trutu ikki.

Leingi var tó líkt til, at HB kortini skuldi halda fast um leiðsluna, og hetta komst einamest av, at Kristin Joensen í málinum stóð fyri so at siga øllum skotunum, sum komu.

Tað skuldi eisini eitt sindur av hepni til, tá leirvíkingar javnaðu. Erik Langgaard royndi seg við skoti, sum tók í ryggin á viðleikara, so Kristin varð fullkomuliga snýttur.

Eftir hetta helt LÍF fast um trýstið, men fimm m inuttir fyri leiklok, legði HB seg kortini fram um aftur. Eyðun Højgaard slapp brádliga púra leysur, og tá málverjin kom ímóti, varð bólturin trillaður til Johan Lutzen, sum ótarnður kundi skumpa bóltin inn um.

Leiðslan helt sær tó bert í einar tríggjar minuttir. Tá royndi Erik Langgaard seg aftur við skoti, og uttan møguleika hjá málverjanum smoygdi bólturin sær inn um stólpan.

Sostatt fingu leirvíkingar hóast alt bjargað øðrum stiginum, men alt grundað á seinna hálvleik, vildi tað eisini verið órættvíst, um HB hevði fingið øll stigini.

HB tykist nú at vera í trongum skóm, tí sum er, er tað bert málmunurin, sum heldur teimum omanfyri niðasta sessin á stigatalvuni. Komandi vikuskiftið skulu teir til Klaksvíkar, og fáa teir ikki stig í hesum dysti, kann støðan skjótt gerast heilt álvarslig.

Leirvíkingar skulu tá royna seg á Tvøroyri, har oddaliðið tekur ímóti, og megna teir at fáa stig burtur úr tí dystinum, eru teir aftur við í oddastríðnum, meðan eitt tap hinvegin viðførir, at botnurin kemur alsamt nærri.


HB-LÍF 2-2 (1-0)

1-0: Gunnar Mohr

1-1: Erik Langgaard

2-1: Johan Lutzen

2-2: Erik Langgaard