Mistu sigurin í seinastu løtu

Hondbóltur: Í einum dysti, sum í byrjanini sá út til at gerast alt annað enn spennandi, megnaðu vestmenningar at enda at tryggja sær javnleik, og har við enn eitt stig til endaspælið. Kyndilsmenn munnu hinvegin iðra seg um, at teir ikki megnaðu at binda fyri, tá líkt var til at bæði stigini vóru komin í posan

Kyndil-VÍF 25-25 (12-8)


Mangan hava uppgerðirnar millum risarnar báðar í føroyskum hondbólti, Kyndil og VÍF, verið tættar, og í so máta var dysturin sunnudagin einki undantak.

At ein hondbóltsdystur endar við javnleiki boðar í sær sjálvum frá, at talan hevur verið um eina sera spennandi uppgerð, men um nakar var komin við tí pástandinum, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, høvdu nógv ivaleyst smílst eitt sindur til viðkomandi.


Kyndil hevði

trygga leiðslu

Tað var nevnliga soleiðis, at Kyndil streyk avstað frá gestunum, beinan vegin sum dysturin byrjaði. Einki bar til hjá teimum gulu, sum satt at siga ikki fingu fótin fastan.

Verjan hjá Kyndli riggaði so at sgia perfekt, og komu vestmenningarnir framvið verjuni, stóð Lars á røttum stað í málinum.

Tá 15 minuttir vóru leiktir, fekk VÍF sítt næsta mál í dystinum, men tá høvdu grønu vertirnir longu skorað 8 ferðir, og líkt var til, at talan fór at gerast um rættuligt sorl.

VÍF hevur tó fleiri ferðir prógvað, at ein dystur er ikki liðugur fyrr enn urið hevur talt til 30 tvær reisur, og hetta var enn einaferð sjón fyri søgn sunnudagin.

Spakuliga tóku teir burtur av leiðsluni hjá heimaliðnum, og lagið á mongu vestmannaáskoðarunum gjørdist alsamt betri. Sjálvt ikki hendingin, har Martin Hummeland fekk ostaskorpuna frá dómarunum, tók nakað av móti frá útiliðnum.

Í seinna hálvleiki var lagið hitt sama. Kyndil hevði tó munin so at siga alla tíðina, men VÍF leikararnir góvu ongantíð skarvin yvir. Tá 5 minuttir vóru eftir at leika, stóð á jøvnum 22-22, og hóast Kyndil megnaði at toga seg eini 2 mál framum, so fingu vestmenningarnir at enda fatur í teimum, tá Kyndil seinastu 2 minuttirnar fekk 2 mans útvístar.

Á kyndilsliðnum var tað serliga yngsti Wardum-beiggin, Bjarni, sum gjørdi um seg, við tað at hann átti nærum helmingin av málunum, sum Kyndil fekk í dystinum. Hóast Bjarni sostatt var nógv besti málskjúttin, so var talan av sonnum um eitt gott liðavrik, har allir leikarar bakkaðu upp um hvønn annan.

Serliga í verjupartinum var liðið væl skipað, men sjálvt sterkasta verjan kann ikki halda menn sum Sámal og Inga frá fatinum. Hesu ferð varð tað Ingi, sum gjørdi størsta hálið, men hevði kanónin hjá Sámali verið eitt sindur betri stillað, so hevði hann ivaleyst fingið fleiri enn 8 mál. Tað man í hvussu so er ikki vera serliga stuttligt at vera málverji á mótstøðuliðnum, tá hesin risin sveiggjar høgra arm.


Gandaðir

Ivaleyst eru Kyndilsleikararnir sera vónsviknir um, at teir ikki megnaðu at halda fast um tryggu leiðsluna, sm teir vunnu sær fyrstu løtuna. Í fleiri av dystum teirra hetta árið, hevur tað verið sera tætt, men teir vælkendu smáu mariginalarnir hava hvørja ferð verið til fyrimus fyri mótstøðuliðið.

Hesu ferðina var tó líkt til, at tað endiliga skuldi eydnast teimum at fáa sigurin til høldar, men lagnan vildi tað øðrvísi, og um onkur av leikarunum er farin at tosa um gand og líknandi, so er hetta væl skiljandi. Javnleikurin hevur tó við sær, at bæði liðini fáa enn eitt stig við til endaspælið, men við tað at hin toppdysturin inni á Skála eisini endaði javnur, broytist støðan einki, eftir at hetta vikuskifti varð avgreitt.

Tað skal tó undir ongum umstøðum verða tikið nakað frá vestmenningum, tí tann hugburður, sum teir ferð eftir ferð hava víst í ár, er alla æru verdur.

Í fleiri dystum hava teir eina løtu ligið greitt við undirlutan, men kortini hava teir í flestu førum megnað at vent dystinum til egnan fyrimun. Einasta ferðin, sum hetta er kiksa, var tá teir taptu við einum máli móti strandingum, tá leikt varð á Skála, men henda ósigurin kunnu teir so hevna mikukvøldið, tá teir á heimavølli taka ímóti StÍF.


Dysturin í tølum:

Kyndil: Bjarni Wardum 12 (4), Hans Á. D. Christiansen 7, Hannis Wardum 5, Jacob Jónson 1

VÍF: Ingi Olsen 11 (3), Sámal Joensen 8, Harald Bjørgvin 2, Martin Hummeland 2, Ragnar Zachariasen 1, Johnny Joensen 1

Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 5

Útvísingar: Kyndil 6, VÍF 7

Burturvísing: VÍF 1