Teir 25 motorjournalistar royndarkoyrdu 19 ymiskar bilar undir nógvum ymskum umstøðum. Teir royndu t.d. hvussu tryggir og rúmligir teir vóru, hvussu væl teir vóru útgjørdir, koyrieginleikar, og ikki minst - um teir vóru pengarnar verdir.
Ein av orsøkunum til at júst Mitsubishi Colt varð valdur, var tann at hann t.d. hevur ESP, antispinn, og 6 airbag sum standard á øllum útgávunum. Eisini tað at bilurin er rúmligur, praktiskur og hevur best beinpláss í sínum klassa.
Colt hevur ein framkomnan undirvogn og sera góðar koyrieginleikar.
Nýggi Mitsubishi Colt verður gjørdur á NedCar bilverksmiðjuni í Hálandi í samstarvi við DaimlerChrysler.
Umframt ABS bremsur við EBD, hava Mitsubishi sítt egnu stabilitetssystem, sum teir kalla MASC (Mitsubishi Active Stability Control) og MATC (Mitsubishi Active Traction Control). Skivubremsur eru bæði framman og aftan.
Spenningurin var stórur um hvør ið fór at verða "Årets Bil 2005" í Danmark. Mitsubishi Colt bleiv nr. 1, nr. 2 varð Skoda Octavia, og nr. 3 varð Renault Modus..