Mjólkin dýrkar ikki so nógv

Mjólkastuðulin verður lækkaður 0,7 milliónir minni, enn upprunaliga skotið upp. Mjólkaprísurin hækkar ikki so nógv, sum tað varð lagt upp til í upprunaliga uppskotinum til fíggjarlóg.

Ein samd fíggjarnevnd mælti í sínum áliti til at skerja lækkingina, og tað samtykti tingið í fíggjarlógini, sum varð samtykt stutt fyri midnátt.

Í álitinum segði fíggjarnevndin soleiðis:

Landbúnaðarstuðulsjáttanin verður lækkað við 1 mió. kr. minni enn landsstýrið hevur skotið upp. Stuðulin til mjólk verður skorðin við 700 t.kr. færri og stuðulin til seyðakjøt við 300 t.kr.færri enn í upprunauppskotinum frá landsstýrinum. Broytingin verður fyrst og fremst gjørd

fyri at sleppa undan hækkingum í mjólkaprísi orsaka av stuðulsjáttanini.