Mjølnir hevur 20 ára føðingardag

Tann 18. september 1978 tóku klaksvíkingar stig til at seta á stovn flogbóltsfelag í Klaksvík og at rætt var gjørt er í dag eingin ivi um, tí Mjølnir er eitt tað mest vinnandi flogbóltsfelagið í landinum

Flogbólturin er ikki serliga gamal í garði í Føroyum.

Tað var einaferð í 60 árunum at menn tóku seg saman at fara at spæla flogbólt ella volleybólt, sum tað tá kallaðist.

Tað var skjótt at gongd kom á, men ikki fyrr enn í sjeytiárunum vórðu tey fyrstu rættiligu flogbóltsfeløgini sett á stovn. Fyrstu árini var tað nevniliga so, at tað vóru »fótbóltsfeløgini«, sum høvdu flogbóltsdeildirnar undir sær.


Mjølnir her ....

Tann 18. september 1978 tóku klaksvíkingar so avgerðina um at seta á stovn eitt flogbóltsfelag har norði, og ikki kann sigast annað enn at tað var rætt gjørt.

Tí síðan stovningardagin hevur Mjølnir rættiliga gjørt um seg í føroysku kappingini.

Byrjanin var, sum altíð rættiliga tung, men tann orka sum varð løgd í ungdómsarbeiðið hjá Mjølni fyrstu árini hevur so ruddiliga givið tað avkast sum var ætlað og helst meiri enn tað.

Mjølnir hevur altíð vunnið nógv í kappingunum hjá teimum yngru og fyrstu árini vóru tað garpar, sum Klæmint Isaksen, Heri Elttør, Svend Jacobsen, Jóannes Poulsen, Jógvan Jacobsen og aðrir við, sum gjørdu um seg í teimum yngru deildunum, og tað var ein fragd fyri eyga at síggja hvussu knassarnir, sum tá ikki vóru so stórir tá, dugdu spælið.


»Ognartóku«

meistaraheitið

Mitt í áttati-árunum vóru teir búgvnir at flyta upp í vaksnamannadeildirnar og síðan tá hava teir verið grundarsteinurin undir tí, sum í dag er 1. lið hjá Mjølni í meistaradeildini hjá monnum.

Nú eru ikki so nógvir eftir, men tey hava altíð duga sera væl at seta fólk við í Mjølni, so tá teir í eldra endanum eru givnir - ella hava stillað skógvarnar - so hava ungir spælarar verið til reiðar at taka við.

Og tað er orsøkin til, at Mjølnir altíð hevur verið við í oddinum í landskappingunum gjøgnum árini.

Tá meistaradeildin varð sett á stovn mitt í áttatiárunum sá tað einu tíðina út til at Mjølnir hevði ognartikið meistaraheitið, tí teir vunnu tað fleiri ferðir upp í slag.


Marjun er

ein »instutitión«

Men tað er ikki bara mansflogbóltur í Klaksvík, verri enn so.

Kvinnurnar hava ikki staðið aftanfyri menninar tá tað snýr seg um at vinna meistaraheitir til felagið.

Eins og hjá monnunum, so er ein av høvuðsfrágreiðingunum fyri góðu úrslitunum hjá kvinnunum, at tey hava gjørt nógv við ungdómsarbeiðið.

Hetta hevur eins og hjá monnunum havt tað við- sær at teir bestu ungdómsleikararnir eru slopnir at spæla onkran dyst við teimum »gomlu rottunum« og tað hevur verið nóg mikið til at halda tey ungu til flogbóltin í Klaksvík.

Hartil kemur so týdningurin at hava ein spælara sum Marjuna Kalsø á liðnum.

Hon hevur spælt flogbólt alt tað fólk minnast og hon er ein »institutión« bæði á fyrstaliðnum hjá Mjølni og á flogbóltslandsliðnum.

Nú skal hetta ikki skiljast sum at Marjun einsamøll hevur greitt alla uppgávuna, tí hon hevur fingið góða hjálp frá spælarum, sum Veru Larsen og Margit Joensen og øðrum við, sum altíð spæla sum fyri lívinum.

Og tað sigur seg sjálvt, at tað verður munandi lættari hjá teimum yngru spælarunum at traðka inn á liðið, tá so royndir leikarar eru har frammanundan.


Týdning fyri trivnaðin

Tað er onga løtu nakar ivi um, at arbeiðið, sum verður gjørt í Mjølni hevur stóran týdning fyri trivnaðin í Klaksvík.

Hetta hevur býráðið í Klaksvík eisini sæð og tá Mjølnir gjørdist meistari seinast - tað var í júst farna kappingarárið - gjørdi býráðið av at geva felagnum eina peningagávu, sum takk fyri tað arbeiðið, sum felagið ger fyri býin, bæði á ein og annan hátt.


Føðingardagsveitsla

Nevndin í Mjølni ætlar ikki, at 20 ára dagurin skal fara aftur við borðinum uttan nakað.

Leygardagin 19. skipar felagið fyri veitslu í matarhøllini á Kósini har allir núverandi og fyrrverandi leikarar og nevndarlimir við maka eru bodnir at verða við.

Veitslan byrjar klokkan 19 og tekning fer fram á telefon 455735 og 455738 millum klokkan 20 og 22.

Seinasta freist at tekna luttøku er mikukvøldið 16. september. Kostnaðurin fyri veitsluna er 100 krónur.

Hvat verður á skránni fyri veitsluna ber ikki til at siga nakað greitt um í løtuni, men William West formaður í Mjølni sigur at ætlanin er at avdúka eitt nýtt búmerki leygarkvøldið.

Hvussu hetta búmerki sær út vil hann ikki reiðiliga siga nakað um, men hann greiðir frá, at tað er Árni Jacobsen, sum hevur teknað búmerki.

Annars leggur hann afturat, at á veitsluni eru øll vælkomin at bera fram heilsur ella onkra stuttliga søgu við borðhaldið