Mjølnir misti fyrsta plássið

Klaksvíkingar hava ligið á odda í alt ár, men eru nú skumpaðir niður á annað pláss. Samstundis nærkast Fleyr á triðja plássi.

Sunnudagin tók ÍF oddasessin frá Mjølni, sum hevur ligið á odda alt kappingarárið.

 

 

Mjølnir og ÍF møttust júst fyri viku síðani í hálvfinaluni í steypakappingini, og tá vann ÍF 3-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst millum hesi liðini í Klaksvík í gjár.

 

 

Og tvey av settunum gjørdist jøvn. Fysta settið endaði 26-24 til ÍF og triðja settið endaði 31-29 til ÍF, so munurin var ikki stórur. Munurin í øðrum setti var tó eitt sindur størri, 16-25.

 

 

Við hesum 3-0 sigrinum kom ÍF fremst á stigatalvuni og liggur nú á odda við 24 stigum.

 

 

Ein annar dystur var eisini í meistaradeildin hetta vikuskiftið. Fleyr og SÍ møttust í Havn og hesin dysturin var eisini spennandi og endaði við at Fleyr vann 3-2. Settini endaðu 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.

 

 

Tvey tey fremstu liðini skulu spæla FM-finaluna.

 

 

Støðan í meistaradeildini hjá monnum nú øll liðini hava spælt 12 dystir, er at ÍF er á odda við 24 stigum, Mjølnir liggur á øðrum plássi við 23 stigum og á triðja plássið liggur Fleyr við 18 stigum. SÍ er tó dottið heilt niður ímillum í landskappingini og liggur aftast við 7 stigum.