Mjølnir varðveitir plássið í bestu deildini

Lagt var upp til ein spennandi dyst í høllini í kollafirði í kvøld, tá Mjølnir og Fleyr møttust í triðja og avgerandi upp- og niðurflytingardystinum. Mjølnir vann fyrsta dystin í Havn 3-0, men í Klaksvík svaraði Fleyr aftur. Henda dystin vunnu tær 3-2, og so skuldi ein triði og avgerðandi dystur til, og avgjørt var, at hesin skuldi vera í Kollafirði.

 

Hesin dysturin bleiv tó ongantíð serliga spennandi, tí Mjølnir snøgt sagt hølvaði Fleyr av. Úrslitið gjørdist 3-0, og í fyrsta setti vann Mjølnir heili 25-6! Í øðrum setti var Fleyr eitt skifti frammanfyri, men at enda dró Mjølnir longra stráðið og vann eisini hetta setti 25-23.

 

Í triðja setti var aftur stórur munur. Mjølnir vann sær eina trygga leiðslu alt fyri eitt, og hetta settið vunnu tær aftur sannførandi 25-12.

 

Við sigrinum varðveitir Mjølnir plássið í bestu kvinnudeildini næsta kappingarár.