Fyri umleið 40 árum síðani kom Niels F. Kofod, sum er ættaður av Bornholm, til Føroya at arbeiða í Mjørkadali. Hann tók eisini á seg taxakoyring í Havnini, og í nýggjari bók, ið er í tveimum bindum, greiðir hann hugfarsliga frá um arbeiðið sum hýruvognsførari.
"Taxamissioner i Torshavn 1975-1994" kallast útgávan, sum er at fáa í bókahandlum.
- Tá í tíðini hugsaði eg als ikki um, at eg skuldi fara at geva eina bók út um mínar upplivingar. Tað kom seinni. Eg hevði nógvar stuttligar og øðrvísi upplivingar sum taxaførari, og eftir ein arbeiðsdag skrivaði eg upplivingarnar niður. Tað gjørdi eg í meira enn 15 ár, greiðir Niels F. Kofod frá.
- Tá eg fyri seks árum síðani fór á eftirløn, fór eg at lesa tilfarið ígjøgnum og helt, at tað var sera áhugavert, og tí hugsaði eg at geva tað út, sigur hann.
Niels F. Kofod hevur lagt seg eftir at halda tagnarskylduna fyri ikki at útstilla nakran. Tó eru nakrir kendir almennir persónar nevndir í samband við tær ymisku upplivingarnar, Niels hevði sum hýruvognsførari.