TÓNLEIKUR
Jón Tyril og annars øll G!-hugað hava uttan iva sitið sum á nálum fyrrapartin í dag.
Í morgun var nevniliga rættiliga fitt av toku í høvuðsstaðarøkinum, men í Vágum sá út til at vera betri sýni.
Orsøkin til hesa møguligu pipran var nevniliga, at G!-Festivalurin hevur satsað nokk so fitt hesaferð. Eitt av høvuðsnøvnunum, ið G!-fyrireikararnir ikki himprast við at kalla eitt av heimsins bestu live-orksetrum, Kaizers Orchestra, skuldi koma við flogfari, ið festivalurin hevði leigað bert til hetta høvi. Hetta er fyrstu ferð í føroyskari tónleikasøgu, at eitt flogfar er leigað bara til tónleikarar og teirra fylgi.
Kaizers Orchestra hava nevniliga úr at gera í hesum døgum. Í gjárkvøldið spældu teir í Arendal í Noregi, í kvøld spæla teir væntandi í Gøtu, og longu í annaðkvøld trína teir á pallin í Mo í Rana í Noregi.
Ætlanin var, at flogfarið Kaizers Orchestra skuldi seta seg í Vágum, og tí bar ikki til at frætta, um hetta eydnaðist, áðrenn blaðið varð prentað. Við í flogfarinum var eisini bólkurin Animal Alpha.
Jón Tyril, fyriskipari sigur tó við Sosialin, at tey hava tikið fyrivarni ímóti sonevndum samferðslu-forðingum.
- Tað mást tú taka við, tá tú býrt í Føroyum, sigur Jón Tyril.
Annars verða allir festivaldagarnir merktir av, at útlendskir sangarar og tónleikarar koma til Føroya við flogfari. Eitt nú koma Outlandish í morgin, men í mun til Kaizers Orchestra hava teir ein dag at dúva uppá, um veðurgudarnir skuldu spælt gøtufólki og festivalgestunum eitt puss.
Jón Tyril vil einki siga um, hvussu stór íløgan hjá G! er, nú flogfar verður leigað bara til at flyta tónleikarar hendanvegin. Men hann dylur ikki, at hetta er størsta seríløgan higartil hjá G!, og at hetta hækkar ferðaroknskapin hjá festivalinum munandi. Men hann letur væl at flogfelagnum, sum hann sigur hevur dugað væl at lagt ætlanir, og at tey á G! gera hetta við gleði, sum hann tekur til.
8000 atgongumerki
Hann letur væl at atgongumerkjasøluni, hóast hann fyrrapartin ikki visti nágreiniliga, hvussu nógv atgongumerki vóru seld. Jón tyril sigur tó, at sølan hevur víst eitt annað mynstur í ár í mun til í fjør av tí tað hevur gingið javnari í ár.
- Nú hevur sølan tikið dik á seg. Vit hava selt meira undan festivalinum í ár, hóast tað gekk eitt sindur seinni til speedarin fór í botn í ár, sigur Jón Tyril.
Í fjør vórðu 6000 atgongumerki seld, men í Gøtu verður mett, at tilsamans mundu eini 8000 vera á G!, um tey rundan um økið og í bátum verða tald við. Hetta er tó ber
Hesaferð eru 8000 atgongumerki prentað, og stik er rundan um økið, so betri eftirlit er við, hvussu nógv fólk er inni á festivaløkinum.
Jón Tyril, at í morgun vóru eini 200 tjøld sett upp, og at sølan tí var fyribils steðgað, hóast tjaldingarplássini ikki vóru útseld, so ikki ov nógv fólk koma inn á økið.
MYNDATEKSTUR:
Í morgun vóru longu 200 tjøld sett upp á G!