Flogfarið úr Keypmannahavn í kvøld er farið til Reykjavíkar, hagani tað verður væntað í Vágar fyrrapartin í morgin Í kvøld eru oyggjarnar fjaldar í toku, og tað hevur órógvað flogferðsluna. Flogfarið hjá Atlantic Airways úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda í Vágum í kvøld klokkan 20.10, var ein tíma yvir vøllinum, áðrenn tað setti kós til Reykjavíkar.
Sambært upplýsingum frá Atlantic Airways verður roknað við, at flogfarið, sum nú er komið til Reykjavíkar, fer at lenda í Vágum klokkan 10.30 í morgin.
Veðurvánirnar frá DMI í kvøld siga frá lítlum loti av eystri og landnyrðingi við skýggjaðum lofti og disi og toku.
Sunnudagin verður roknað við, at tað fer at klárna, og at tað verður nakað av sól. Men serliga á eystvendum støðum er møguleiki fyri, at mjørkin framvegis fer at reka inn yvir landið. Hitin verður millum 8 og 13 stig.
Fyrr í dag eru fýra flogfør hjá Atlantsflog farin úr Vágum ? trý til Keypmannahavnar og eitt til Aalborg. Tvey flogfør eru í dag komin úr Keypmannahavn og í Vágar, og eitt flogfar er komið úr Aalborg.