Klaksvíkar Býráð hevur latið flogbóltsfelagnum Mjølnir 5.000 krónur afturfyri, at felagið í ár vann meistaradeildirnar hjá bæði kvinnum og monnum.
Eingin ivi er um, at hesin peningur fellur á eitt turt stað, tí tað er rættiliga kostnaðarmikið at reka eitt ítróttarfelag í dag. Nógv arbeiði stendst av at reka felagið, og ein stórur partur av hesum arbeiði er enntá ólønt.