Mladen og VÍF vunnu á Neistanum

Neistin hevði tað sera trupult við at skjóta mál móti Mladen

Neistin - VÍF 23-29 (13-13)

 

Oddauppgerð var á skránni í Høllini á Hálsi í dag, tá ið Neistin tók móti VÍF.

Neistin legði betri út, men VÍF megnaði at svara aftur og fara til hálvleiks við støðuni 13-13.

Fyrstu 15 minuttirnar av seinna hálvleiki stongdi VÍF-málverjin, Mladen Mjerimacka, málið, so at VÍF legði seg seks mál fram um.

 

Hesi seks málini vóru eisini munurin tá ið saman um kom, og VÍF vann oddadystin við úrslitinum 23-29.

 

Málskjúttar hjá Neistanum:

Tróndur Kragesteen 6, Høgni Zachariassen 4, Jónsvein Dulavík 3, Rasmus Søby 2, Karl Martin Olsen 2, Pætur Mikkjalsson 2, Torkil Hentze 1, Pál Niclassen 1, Tróndur Mikkelsen 1, Herbjørn Lava 1

 

Málskjúttar hjá VÍF:

Sjúrður Olsen 7, Magnus Müller 7, Filip Jojic 6, Bjarti Hansen 3, Johan í Garðastovu 2, Jón Müller 1, Heini á Heygum 1, Andrias Eriksen 1, Mladen Mjerimacka 1