Altjóða Krígsbrotsmannadómstólurin í Haag kunngjørdi í dag, at rættarmálið ímóti fyrrverandi bosniaserbiska generalinum Ratko Mladic byrjar tann 16. mai.
Dómstólurin hevur fyrr sagt, at málið skuldi byrja tann 14. mai, men tað er ikki greitt, hví viðgerðin er útsett tveir dagar, skrivar AFP úr Haag.
Ratko Mladic er millum annað ákærdur fyri at hava ábyrgdina av hópdrápinum í bosniska býnum Screbrenica á sumri í 1995, har meiri enn 7.000 muslimskir menn og dreingir vórðu tiknir av døgum.
Mladic varð tikin í Serbia í mai í fjør.