Fyri fyrstu ferð nakrantið í Føroyum, verður skipað fyri altjóða stevnu í kampsporti. Tað verður dystast í Boksing, Kick-Boxing og MMA. Alt er "full-contact".
Fyriskipararnir hava lagt til rættis eina stevnu á hædd við tær stóru boksi- og MMA-stevnurnar úti í heimi. Fyri fyrstu ferð fáa føroyingar nú møguleikan at uppliva eina tílíka stevnu í kampsporti. Tiltakið verður leygarkvøldið 7. mai í Høllini á Hálsi.
Tað er um 30 kemparar, umframt venjarar og dómarar koma, sum til Føroya. Tey koma úr Danmark, Norra, Hollandi, Svøríki og Grikkalandi.
Ímillum luttakararnir eru tveir føroyingar: Fróði Hansen, sum er professionellur MMA kempari og Sarah Mahfoud, sum er "hálvt føroysk" og tosar føroyskt. Hon er fleirfaldur danskur og norðurlendskur meistari í boksing.
Nickolaj Vinogradov er ein av bestu Kickboksarum í heiminum í løtuni. Hann kemur at kempa í Føroyum um eisini at verða meistari í ISKA-høpi.
Nevnast kann eisini ein av evnaríkastu MMA kemparinum í Danmark - Carlos Zamora - skal kempa ímóti Kenneth Evensen úr Norra. Tað var neyðugt at fara til Norra eftir mótstøðumanni til hansara, tí eingin í Danmark torir at møta honum. Innvigingina sum verður á Torginum í SMS fríggjakvøldið 6. mei.
Dystast verður í professionellum búri, sum er kent frá stóru UFC-stevnunum uttanlands. Tað eru Jákup Jacobsen og Bjarni Hammer, sum standa fyri tiltakinum.