Um landslutin Modena kann sigast, at hann er dupult so stórur sum Føroyar, og er tískil lítil eftir italienskum mátistokki. Har búgva um 660.000 fólk. Í landslutinum eru 47 kommunur, og tann størsta er Modena við um 180.000 fólkum.
Sjálvur býr Gianfranco í bygdini Riolunato, har tað bert búgva 738 fólk. Hiðani eru 50 km til Modena, og tað er einki at tosa um í Italia. Riolunato hevur sæð betri dagar. Gongdin er tann sama sum í Føroyum. Fólkið rýmir úr smáu bygdunum. Heilt fram til 1936 búðu úti við 2.000 fólk í bygdini, og nú er minni enn helvtin eftir.
Gianfranco væntar at fáa gestir úr Føroyum til landsdystin. Hann vil fegin hitta enn fleiri. Hann hevur tlf. + 39 0536 75246. Bústaður: Via Castello 3, I-41020 Riolunato (MO).